Á okkara sjúkrahúsdeildum í Føroyum í dag kemur tað dagliga fyri, at sárbærar og ússaligar menniskjur mugu liggja úti á gongini, tí at á deildunum eru fleiri sjúklingar enn pláss er fyri
– hetta hevur verið soleiðis í langa tíð.
Í stremban okkara eftir at arbeiða effektivt, eru vit so í veruleikanum ineffektiv?
Er ikki pláss fyri sjúklingunum í okkara stóra og stásiliga sjúkrahúsi? Hví hava vit eitt sjúkrahús – er tað ikki tí, at vit hava sjúklingar, ið hava tørv á viðgerð, røkt og eksistensiellari umsorgan á høgum fakligum stigi? Okkara sjúkrahús hevur sera dugnalig starvsfólk innan øll førleikaøkir til júst hetta! Men vit hava ovurfyltar deildir og hava úr at gera – vit hava skund og hava ikki tíð. Vandin við at hava skund kann hava við sær, at vit ikki varnast sjúklingin, ið júst er endamálið í okkara sjúkrahúsi. Vit eiga ikki at gloyma at ganga sjúklinginum á møti.
»Ligger patienten på gangen uden afskærming, sårbar og blottet, placeret i en sygehuskultur præget af hektisk gøremålstravlhed, er det vanskeligt at give rum til et møde mellem mennesker«
Kari Martinsen 2012
Eisini í londunum rundan um okkum berjast tey við sveittabrot ímóti tí at hava skund alla tíðina. Í Noregi tosa tey um »gøremålstravelhet«:
»... den instrumentelle brug af tiden, der presser sygeplejersken hen imod en streng skema- og procedurestyret gøremålstravlhed, hvor det faglige skøn har ringe kår, i al sin effektivitet i virkeligheden er ineffektiv«
Kari Martinsen 2012
Í øllum skundinum eru korini ikki góð at sansa og skilja. Tá ið vit sansa, hava vit onga frástøðu og vit kunnu gerast so yvirtikin, at vit ikki skilja nakað yvirhøvur. Tá ið vit sansa er tað neyðugt at vera nærverandi. Fyri at skilja, vera vit noydd at skapa eina lítla frástøðu, so vit kunnu skilja – eitt fet eftir hæli og tað kann geva okkum eina fatan, ið ger, at tað lýsir í og vit byrja at skilja. Er tað hetta fetið eftir hæli, vit ikki hava tíð til? Í strembanini eftir at arbeiða effektivt, eru vit so í veruleikanum ineffektiv? Nú vera tingini vend upp og niður og hetta hevur etiskar avleiðingar, ið ikki kunnu standa ósvaraðar. Vit verja sjúklingin og menniskjuna, við at vísa og vilja kempa fyri, at tú, tá ið tú ert sjúk, ikki skal liggja útsett, sárbær og ússalig á gongini.
Lofta møguleikanum!
Størsta møguleikan at vísa okkara veruligu umsorgan og hjartalag fáa vit í løtum, har vit minst av øllum vænta tað! Vit fáa høvi at vísa, hvørjum vit spontant taka avgerðir út frá og hvat tað er, sum fær okkum at gera, sum vit gera. Í tí vit gera, kemur okkara etiska støði til sjóndar.
Virðini koma fram, sum inni í okkum eru tey sterkastu og stýra tí vit gera uttan at hugsa so nógv um tað – kjarnin í umsorgan og sjúkrarøkt letur seg síggja og kennast. Tí er tað týdningarmikið at grunda og hugsa væl um sína sjúkrarøkt – tað eru okkara virðir, sum stýra okkara spontanu avgerðum og gerðum!
Tað hoyrir lívinum til at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og vit ynskja okkum øll umsorgan í neyðstøðu.
Søgan um miskunnsemi
Øll kenna vit frásøgnina um mannin úr Samária, sum var á ferð og sá ein særdan og rændan mann liggja útsettan, sárbæran og ússaligan á vegnum. Samáriubúgvanum tykti hjartaliga synd í honum, hjálpti honum, reinsaði sárini við olju og víni og bant um tey. Tók hann upp og bar hann inn á eitt gistingarhús, læt pening og garanteraði fyri hann og segði við tey á gistingarhúsinum: »røktið hann til eg komi aftur«.
Vit kunnu siga at tað her snýr seg um etikk, sjúkrarøkt og umsorgan – og eina gerð uttan ágóðar fyri tann, ið útinnir góðgerðina. Hetta er ein empatisk handling, har eitt menniskja sær og sansar neyðina og líðingina hjá einum øðrum menniskja – hetta nertir við okkurt inni í okkum og fær okkum at vilja gera nakað, sum er til tað besta fyri hin særda. Í søguni røktar samáriubúgvin hendan fremmanda og hevur umsorgan fyri honum. Hann ger hetta uttan at hava tíð til tað. Endamálið er ikki at vilja uppnáa nakað fyri seg sjálvan. Hetta verður ikki á nakran hátt kravt av honum. Miskunnsami samáriubúgvin varð berørdur av støðuni og hann kundi ikki gera nakað annað, enn tað hann gjørdi.
Hendan frásøgnin er opin og kann skiljast ymiskt. Tað kompleksa og samstundis tað avbjóðandi í frásøgnini er júst, at hendan sjúklingasøgan leingi hevur verið ein avbjóðing í sjúkrarøktini og tann kvalitet vit leggja í umsorganina fyri okkara sjúku, veiku og illa viðfarnu.
Dygdargóð røkt?
Tá ið alt tað tekniska og instrumentella er avgreitt – er kvaliteturin so púrasta í lagi í sjúkrarøktini? Um svarið er ja – so er tað púra í lagi, at sárbærir sjúklingar liggja á rað úti á gongini! Um viðgerð og røkt eru vældokumenterað og útinnt eftir forskriftunum, so »heldur« tað jú í »Føroya Rætti« og í systeminum. Alt er krossað av og signerað inni á Cosmic og yvirvakingin er nøktandi avlisin! Medisinpumpan er konnektað og koyrir við rættari dosis og røttum heilivági. Sjúklingurin er vendur eftir skema og turt er lagt á, blóðroyndir eru tiknar og svarini eru kekkað av og handlað er upp á tað, sum skal handlast uppá – eru vit nøgd við kvalitetin?
Pumputeknologiin krevur jú vælútbúgvin starvsfólk, men ein teknologisk pumpa er bert so góð tekniskt, sum tann er, ið dugir at nýta hana – einki amboð er betri enn handverkarin. Tað ræður um at minka um vandarnar og skipa arbeiðið trygt. Tryggleiki snýr seg um at skipa tryggar arbeiðshættir, sum hava til endamáls at fyribyrgja, at óætlaðar hendingar henda. Tekniskir førleikar verða høgt virðismettir í okkara samfelag í dag. Alt tað instrumentella og tekniskt rætta er sjálvsagt ein týdningarmikil partur av at veita trygga viðgerð og røkt – men er hetta tað sama sum at veita kvalitet til hin einstaka?
Kvalitetur til hin einstaka!
Tá ið vit eru í eini sárbærari støðu, verða vit veruliga var við, hvussu bundin vit eru av hjálp frá øðrum menniskjum – hetta kann gerast ein av treytunum í lívi okkara. Ómetaliga nógv er upp á spæl hjá okkum. Sum menniskjur geva vit okkum upp í hendurnar á eitt nú læknum og sjúkrarøktarfrøðingum, tá ið vit gerast sjúk ella fáa skaða. Tað er tí ein skylda hjá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum at taka væl ímóti og ganga á møti tí áliti og vón, sum natúrliga er til staðar millum menniskjur.
Góð kvalitetsrøkt hevur í sær nøkur kjarnuvirðir. Dygdargóð røkt bindur ikki bert saman eina pumpu, eina teldu ella eina góða skjalfesting – men samskiftir við einstøku menniskjuna. Framúrskarandi dygdargóð umsorgan og røkt sær, sansar, lurtar eftir og skilir hvat tú hevur at siga – tekur hetta til sín, sum ein natúrligan part av at ganga tær á møti.
Etikkur og empati
Menniskjan kann særast og vanærast – eingin hevur hug at liggja útsett, sárbær og ússalig á gongini.
Snýr etikkur seg um eftirtankar og umhugsni fyri hesum spurningum?
Tað snýr seg um spontanitet, sansandi varhuga og spontant at liva seg inn í tað, vit øll hava ímillum okkum, tí vit eru sárbær og knýtt at hvørjum øðrum – vit eru menniskjur settar inn í eina viðkvæma lívs- og náttúruringrás.
Av tí at eg sjálv eri sárbær, kann eg ímynda mær meg sjálva í støðuni hjá einum øðrum og skilja ein annan, sum er ein sárbær menniskja eins og eg sjálv. Júst tí kann hin veiki vekja eina áheitan á meg um at fáa mína viðurkenning - og fáa hana uttan drál.
Tú hevur óendaligt virði! Avbjóðingin er at skilja teg tá ið tú ert veik og sjúk – at skilja tann veika og útsetta í rúmi og tíð og vilja kempa fyri at sleppast kann undan at nakar liggur útsettur, sárbærur og ússaligur úti á gongini!
Steðga á eina løtu! Gang álitinum og vónini á møti!