Kaj Leo Johannesen, løgmaður, heldur tað vera eina skilagóða loysn, at að almenna keypir eitt flogfar til sjúkraflutning og eftirlitsflúgving Løgmaður heldur, at tað hevði verið betur, at tað almenna hevði sítt egna flogfar ístaðin fyri at brúka 22 milliónir krónur um árið til ferðaseðlar og leigutúrar til sjúklingar og avvarðandi.
Tað segði hann við Dag og Viku í gjárkvøldið.
Kaj Leo Johannesen sigur seg vera ovfarnan av, at sjúkraflutningurin við Atlantsflogi kostar so nógv. Prísurin er 350.000-400.000 krónur um vikuna í ferðaseðlum, og leigutúrar við sjúklingum kosta hálva aðru til tvær milliónir krónur um árið.
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í heilsumálaráðnum, segði við Dag og Viku, at møguleikin at keypa egið flogfar hevur verið umrøddur, og heilsumálaráðið hevur eisini havt samband við ymiskar veitarar, ið hava víst áhuga fyri at røkja sjúkraflutningin loftvegis.
Umframt sjúkraflutning kundi eitt tílíkt flogfar havt eftirlit við føroyska sjóøkinum.
Kelda: Kringvarp Føroya