Skiftilast er ikki nakað nýtt

Úr føroysku bilasøguni:

Fyri umleið 20-30 árum síðan varð nógv tosað um tað, at lastbilarnir vóru vorðnir so smartir, at teir kundu skifta last uttan nakað stórvegis hóvasták. Teir kundu t.d. skifta frá einum vanligum lastbili til byngjubil ella okkurt heilt annað upp á onga tíð.
 
Men sum vit síggja her á myndunum av Chevrolet bilinum hjá Rudolfi Joensen í Sørvági, verður bilurin ta einu løtuna nýttur til at koyra hoyggj við, og seinni er hann ein bussur við ferðafólki.
Húsið bleiv sett upp í lastina, tá tørvur var á tí. Slíkir bilar vóru fleiri av í Føroyum. Rudolf keypti bilin fyrst í 30-unum. 
 
Rudolf var pápi Eyðun Joensen, sálarfrøðing, í Havn. Eyðun sigur at pápin sum blaðungur fekk sær bil, fyrst persónbil og síðani ein lastbil við skiftilast at koyra tøð, hoyggj og torv. Bilurin hevði eisini eitt hús at koyra ferðafólk við. Eyðun sigur at pápin hevði stóran áhuga fyri teknikki og bilum. 
 
Í bókini Sørvágur og sørvingar stendur at lesa um Rudolf Joensen: Rudolf var sera gløggur maður, og gjørdi hann helst fyrstu skiftilastina til lastbil. Hesin lastbilur var eisini brúktur til at flyta fólk við, og vóru tá beinkir í. Skuldi hann koyra tøð ella annað, so varð lastin sett á bilin.  
 
Rudolf flutti í 1939 til Klaksvíkar at búgva, har hann arbeiddi sum autoriseraður el-innleggjari og hevði egnan verkstað og handil.
 
Rudolf andaðist jóladag í 1949, bert 38 ára gamal. Í sørágsbókini stendur eisini um Rudolf, at hann var ein maður, sum var fyri sína tíð. Við sínum ídni og dugnaskapi kom hann at fáa stóra ávirkan á sína samtíð, serliga á tekniska økinum og innan elektrisitet. Hann var í stóran mun við til at flyta føroyingar inn í modernaðu tíðina.
 
Eyðun Joensen keypti sær fyri nøkrum árum síðan eina restaureraða Victoria motorsúkklu frá 1952, sum hevur nummarplátuna Fø69, sama nummar sum bilurin hjá pápanum.
 
Morris úr Aberdeen
 
Eyðun Joensen sigur, at pápin eisini keypti ein brúktan Morris bil úr Aberdeen tíðliga undir krígnum. Rudolf var sjálvur eftir bilinum við Polarstjørnuni, sum vinmaðurin sørvingurin Erik Niclasen, sum eisini flutti til Klaksvíkar, førdi.
 
Bilurin var sum spildurnýggjur. Hann var settur vegna bensinskamtan undir krígnum. Eyðun meinar at bilurin varð keyptur fyri 40 pund. Av tí at Rudolf hevði verkstað og handil, bygdi hann bilin um til vøruvogn.
 
Eyðun ørminnist, at Rudolf ofta tók motorin úr bilinum ella bátinum og setti hann á eitt heimagjørt dragispæl til at hála el-steyrar niðan í fjøllini kring Klaksvík.