Skifti í Royal Greenland

Rættiliga stórar broytingar vóru í nevndini í Royal Greenland, tá felagið helt aðalfund í Nuuk fyrradagin

Nevndibn fekk ikki færri enn tríggjar nýggjar limir, og av teimum eru tveir danskir vinnulívsmenn. Nýggju nevbndarlimirnir eru Petrine Høegh, sum er stjóri í Qaqortoq Turistforening, Arne Pedersen, stjóri í Homasit í Danmark, og Svend Bang Christiansen, sum er nevndarlimur í fleiri donskum fyritøkum. Peter Grønvold Samuelsen heldur fram sum formaður í nevndini í Royal Greenland.