Í næstu viku verða gomlu rulluportrini yviri á Miðjuni í Sandoynni skift út við nýggj rulluportur.
- Byrjað verður mánamorgunin, og væntandi tekur arbeiði einar tríggjar dagar. Vegurin verður ikki stongdur, men heitt verđur á fólk um ikki at koyra eftir hesum vegi uttan so, at tað er átrokandi neyðugt.
Í Sands kommunu vænta tey, at nakað av bíðitíð kann væntast at verða at sleppa framvið, meðan hetta arbeiðið fer fram.
Tað var annars í 2016, at Sands kommuna læt allan vegin til Søltuvíkar asfaltera. Nú verða so seinastu snøklarnir í hesum arbeiði fingnir upp á pláss.