Maðurin, sum løgreglan tók fyri at skjóta frá hond á Húsum á Kalsoynni í gjár, liggur enn í varðhaldinum hjá løgregluni. Hann skal nú avhoyrast og síðani verður hann leyslatin aftur.
Les eisini: Løgreglan handtikið byrsumann í Kalsoynni
Løgreglan metir, at hann hevur ikki verið til nakran ítøkiligan vanda, men hevur bara skotið upp gjøt niðan í hagan. Mett verður sostatt ikki, at hann lá nøkrum ávísum eftir lívinum, ella var til beinleiðis vanda fyri nakran og tí verður hann leyslatin aftur. Men byrsuna leggur løgreglan kortini hald á.
Tað var nakað eftir náttúrða í gjárkvøldið, at løgreglan varð boðsend at koma til Húsar í Kalsoy, tí ein maður var farin at skjóta við byrsu. Hann loysti skot av út ígjøgnum vindeyguni í einum húsum. Løgreglan sigur, at hann skeyt ikki eftir fólki, men niðan í hagan og upp í loft.
Hann var komin at vitja í húsinum og hann var ávirkaður av rúsdrekka, táið hann brádliga tók eina høglbyrsu og fór at skjóta út ígjøgnum eitt vindeyga. Húsfólkið helt á dyr, so maðurin var einsamallur inni, og mett verður, at hann loysti eini 20-30 skot av.
Løgreglan fór í Kalsoy við bjargingarbátinum Ziska og tá ið løgreglan kom á staðið, fylgdi maðurin við løgreglufólkunum uttan nakran dramatikk.
Men at skjót frá hond ímillum hús er ongantíð vandaleyst kortini og tí verður hann skuldsettur, men um tað verður fyri brot á vápnalógina, brot á veiðilógina, brot á revsilógina ella fyri at bróta politiviðrøkurnar, er ein løgfrøðiligur spurningur, sum verður kannaður.
|