Skert sjónvarp í vetrarskránni

Tað verður ikki nógv føroyskt framleitt sjónvarp at síggja í vetrarskránni hjá Kringvarp Føroya. Peningurin strekkir ikki til, er grundgevingin

Kringvarp

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Seinasta hondin verður nú løgd á vetrarskránna hjá Kringvarp Føroya. Okkurt nýtt verður at síggja, umframt at okkurt gamalt eisini verður sent. Tó verður tað eftir øllum at døma ikki rúm til at framleiða nógv av nýggjum føroyskum tilfari.

Tað hevur ljóðað í seinastuni at Kringvarp Føroya verður noytt at spara gott og væl tvær milliónir krónur. Hetta avsannar Kringvarpsstjórin tó.

- Vit gera sum frægast fyri at halda okkum innanfyri fíggjarkarmarnar, er svarið, Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, gevur okkum, tá vit spyrja um møguligar sparingar eru á veg.


Ikki rúm til framleiðslu

Nýggja vetrarskráin hjá Kringvarpinum er ikki fastløgd enn. Tað stendur tó greitt, at tað er ikki rúm fyri tí heilt stóru framleiðsluni av nýggjum sjónvarpssendingum.

- Kringvarpið hevur ikki fingið lønarkompenstatión síðan 2004, og síðani tá eru grundlønirnar hjá einum journalisti hækkaðar við 17 prosentum. Afturat tí koma so sjálvandi sáttmálabundnar yvirtíðir, vaktargjøld og umflokkingar. Tí eru vit nógv færri fólk nú, enn vit vóru í 2004, og tað eru heldur eingir freelance-arar eftir. Tá lønirnar, el, olja og aðrar rokningar eru goldnar, so er einki eftir. Men tað er jú eigarin – almennu Føroyar gjøgnum Mentamálaráðið - sum hevur valt, at tað skal verða soleiðis, greiðir Annika Mittún Jacobsen frá.

Millum tey tingini, sum verða í vetrarskránni, kunnu tó nevnast, at tað hvørja viku verður ein dokumentarsending, tann fyrsta við kringvarpsstjóranum sjálvari. Eisini verða barnasendingarnar hvørt fríggjakvøld, og har verður tað ein nýgjørd sending hvørja ferð.

Aðrar sendingar, so sum 3-2 og annað, verða sendar sum vanligt.