Skert dagstovnavirksemi í Havn komandi dagarnar

Íkomna koronustøðan í Tórshavnar kommunu hevur við sær, at nakrir dagstovnar komandi dagarnar hava skert virksemi, sum merkir, at ikki øll børn kunnu koma á stovn.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna til miðlarnar í kvøld.

 

– Hetta fevnir um vøggustovur, barnagarðsstovur, frítíðarskúlar og ungdómstilboð. Foreldur fáa neyvari boð frá avvarðandi stovnsleiðara.

 

Virksemið er framhaldandi skipað samsvarandi tilmælunum frá koronuráðgevingini.