Skerjingarnar raka ikki fiskimenn

- Lógarbundnu útreiðslurnar, sum beinleiðis hava við fiskimenninar at gera, verða ikki skerdar sambært álitinum hjá fíggjarnevndini. Hinvegin verður gransking, menning og royndir rakt av ætlaðu skerjingunum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður

Skerjingar

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur í løtuni ikki hug at gera so nógvar viðmerkingar til ætlaðu skerjingarnar á fiskivinnuøkinum, sum fíggjarnevndin leggur upp til í sínum áliti.
- Álitið verður nú lagt fyri løgtingið, og tað verður tingið sum ger av, hvat endaliga úrslitið verður. Um hesi tølini verða tey endaligu ? ella, um løgtingið fremur onkrar broytingar, verður ikki greitt, fyrr enn álitið er endaliga viðgjørt, og fíggjarlógin er samtykt, sigur Bjørn.
Hann vísir á, at sambært álitinum verða lógarbundnu útreiðslurnar, sum beinleiðis hava við fiskimenninar at gera, ikki skerdar.
- Ætlaðu skerjingarnar raka ikki inntøkutrygdina hjá fiski-og útróðrarmonnum.
Bjørn sigur, at minstaløn, dagstudningur, mánaðarligur
minstaforvinningur og sjúkratrygd verða ikki skerd.
Telefonstuðulin verður tó avtikin, 1. januar 2005.

Royndir og gransking

Landsstýrismaðurin vísir á, at sambært álitinum verður minni peningur til gransking, fiskivinnuroyndir og menning av vinnuni á landi.
Hann sigur, at ymiskar granskingarkonto?ir eru skornar og har ímillum granskingarætlanin, sum er í trimum pørtum við einum granskingarleiðara. Undir hesi skipan saman við Fiskirannsóknarstovuni liggur nú eisini kontoin, sum eitur fiskivinnuroyndir. Fíggjarnevndin skjýtir upp at skerja granskingarætlanina við 800.000 krónum, fiskivinnuroyndir við 1,5 miljónum krónum og fiskivinnumenning á landi við 1 miljónum krónum.
- Tað er greitt, at tá ið hesar játtaninar verða skornar, verður minni aktivitetur á økinum, sigur landsstýrismaðurin.
Bjørn heldur, at neyðugt verður sum heild at samskipa
gransking, menning og alternativar royndir meira, soleiðis at umsitingin verður minni, og lutfalsliga meira fæst fyri peningin.

Flutningsstuðul

Landsstýrismaðurin vísir á, at sambært samgonguskjalinum, ætlaði landsstýrið at útjavna flutningsstuðulin til fisk, soleiðis at útjaðarin ikki verður verri fyri enn aðrir partar av landinum.
- Ætlanin var at lætta um hjá teimum, sum noyðast at flyta fiskin longri enn aðrir, eitt nú hjá virkjunum í Suðuroy. Málið var at javnseta virkini í so máta og í størri mun enn higartil.
Hann vísir á, at nú skotið verður upp at lækka játtanina til flutningsstuðul við hálvari miljón, er ivasamt, um samgongan fer at røkka sínum máli við hesum.
- Líkt er tó til, at aktiviteturin við fiskaflutningi ikki er so ógvuliga stórur í løtuni, og tí fer peningurin kanska at røkka longur enn annars, sigur Bjørn Kalsø.
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at tað verður løgtingið sum ger av, um og hvørjar skerjingar verða á fiskivinnuøkinum.