Fiskiveiðiavtala
Seinnapartin í gjár samdust Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og íslendski starvsbróðir hansara, Einar K. Guðfinson, fiskimálaráðharri, um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2008. Avtalan landanna millum er at kalla óbroytt í mun til avtaluna fyri 2007.
Samlaða botnfiskakvotan hjá føroyskum skipum undir Íslandi í ár verður framhaldandi 5.600 tons, eins og toskakvotan upp á 1200 tons verður óbroytt.
Eins og toskastovnurin undir Íslandi er illa fyri, er kalvastovnurin tað eisini. Tí samdust partarnir um, at kalvakvotan minkar úr 80 tonsum niður í 45 tons. Tað eru nøgdirnar av eitt nú hýsu, longu og brosmu, sum kompensera minkingina í kalvaveiðini.
Partarnir eru eisini samdir um, at tær skipanir, sum hava verið galdandi fyri uppsjóvarfisk í 2007, eisini verða galdandi fyri 2008. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur av norðhavssild og svartkjafti í føroyskum sjógvi – og føroysk skip kunnu fiska sínar kvotur í íslendskum sjógvi.
Føroyska lodnukvotan verður 30.000 tons, um heildarkvotan av lodnu verður 500.000 tons, men verður heildarkvotan minni, verður føroyska kvotan kortini 5%.
Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður 1300 tons, og kvotan av aðrari sild ennn norðhavssild verður 2000 tons, bæði tølini eru tey somu sum í 2007.
Partarnir vóru eisini samdir um, at munandi stig vórðu tikin í 2007 fram ímóti at taka burtur íslendsku forðingarnar fyri virking av lodnu í íslendskum sjógvi.
Undir samráðingunum førdi føroyski myndugleikin fram, at tíðin nú er komin til, at tær seinastu avmarkingarnar í virking av lodnu eisini verða tiknar burtur. Víst hevur verið til hoyvíkssáttmálan, har partarnir eru samdir um at strika kappingaravlagandi ásetingar. Partarnir samdust um, at málið verður viðgjørt á komandi fundi í Felagsnevndini viðvíkjandi Hoyvíks-sáttmálanum.
Íslendingar settu eisini fram ynski um at hava ein fund millum partarnar at viðgera eftirlitið við føroyskum skipum í íslendskum sjógvi – eins og íslendskum skipum í føroyskum sjógvi.
Brøðratjóðir
Bæði Tórbjørn Jacobsen og Einar K. Guðfinsson søgdu seg vera nøgdar við nýggja sáttmálan, tá ið Sosialurin hitti teir eftir samráðingarnar í gjár.
- Avtalan vísir, at íslendingar enn einaferð í verki vísa seg um brøðratjóð okkara. Vit hava fingið somu nøgd av toski í íslendskum sjógvi, hóast íslendingar hava skert sína egnu toskakvotu við 33% - úr 195.000 tonsum niður í 130.000 tons, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Einar K. Guðfinsson sigur, at tað verða ikki øll í Íslandi, sum verða nøgd við, at føroyingar varðveita sína toskakvotu, meðan íslendska fiskiveiðan er skerd so munandi.
- Men vit hava eitt gróðrarríkt samstarv, sum eg haldi hevur stóran týdning fyri londini. Vit eru grannatjóðir, og vit eru vinfólk tvørtur um landamørk.
Einar sigur, at hann kemur av íslendska norður-vesturlandinum, har sambondini millum londini hevur verið sterk.
- Vit eru fólk, sum liva av sama tilfeingi, og vit skilja hvønn annan, og hetta er orsøkin til, at eg gjørdi av at liva við framhaldi av verandi sáttmála – og ongum niðurskurði í toskakvotuni, sigur íslendski fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinson.










