Skerja ikki túratalið hjá Smyrli í vetur

Spurningurin verður tikin upp aftur á nýggjárinum

Túratalið hjá Smyrli um Suðuroyarfjørð verður ikki skert vetur, soleiðis sum tað plagar. Strandferðslan plagar at hava eina summarferðaætlan og eina vetrarferðaætlan, har Smyril hevur siglit onkrar túrar færri ímillum Suðuroynna og Havnina, enn hann hevur gjørt um summarið.

 

Seinastu árini hevur tað verið túrurin mitt á degi mikudagar, sum hevur verið strikaður um veturin. Tá ið hann varð strikaður í fjør, segði Strandferðslan, at mikudagurin er tann dagurin, har fægst fólk sigla við, og tí varð hann strikaður.

 

Men Henrik Old, landsstýrismaður, sigur, at í vetur verður túrurin ikki strikaður, og sostatt fer Smyril at sigla líka nógvar túrar í vetur, sum hann hevur siglt í summar.

 

Landsstýrismaðurin leggur kortini afturat, at um ársskiftið verður støðan endurskoðað, men sum tað sær út í løtuni, verður mikudagstúrurin ikki strikaður.