Skerd ráðgeving í føroyskum

- Hvør er orsøkin til, at Mentamálaráðið hevur niðurraðfest føroyskt sum frálærugrein somikið, at ongin ráðgevi er longur í starvi á Landsmiðstøðini, sum gevur góð og neyðug ráð um hesa lærugrein, ið átti at verið raðfest fram um allar aðrar?

POLITIKKUR: Hendan spurning vil Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hava Helenu Dam á Neystabø at svara í einum grein 52 spurningi.

Tórbjørn Jacobsen vísir á, at leiðarin á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð skrivar í grein á heimasíðuni hjá stovninum, at sum støðan nú er vorðin, er ráðgevingin so niðurraðfest, at hon er bara á leið ein triðingur av tí hon var í 1989.

- Nú eru fýra ráðgevar og tað sum serliga fellur í eyguni er orðingin: »Hetta merkir, at ongin ráðgevi er í eitt nú føroyskum á fólkaskúlaøkinum…….Landsmiðstøðin kann tí ikki veita ta ráðgeving, sum vit kundu ynskt, og sum avgjørdur tørvur er á.«, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Tórbjørn Jacobsen vísir í viðmerkingunum á týdningin, sum móðurmálið hevur fyri einhvørja tjóð – og vísir á serligu viðurskiftini í Føroyum, har danskt mál hevur so stóra ávirkan.

Hann sigur, at nú verður ráðgivið í donskum á fólkaskúlaøkinum og ikki á føroyskum á hesum sama øki.

- At niðurraðfesta tað mest unikka vit eiga, eitt av heimsins minstu málum, kann fáa vanlukkuligar avleiðingar. Trýst er á øllum smámálum í hesum altjóðagjørdu døgum, tí ræður um at dubba heldur enn at niðurlaða, sigur løgtingsmaðurin.

- Dag um dag hoyrist í almenna rúminum, at føroyska málið er farið at bekla í støðum. Fatanin er viknað, mállæran kámað, bendingar og endingar hanga í leysum lofti, og skjótt kann tað fara at seta at sjálvari beinagrindini. Tí er umráðandi at politiska skipanin gevur málinum ans, og brúkar neyðugu megina til tað, at røkja og menna málið. Tað er ikki raðfestingin hjá teimum sum nú varða av politisku mentanarborgini, sambært teimum upplýsingum, sum stovnur undir Mentamálaráðnum varpar út frá síni heimasíðu í hesum døgum, sigur Tórbjørn Jacobsen.