Skera nú út í papp hvør skal sleppa undan at rinda mvg

Tað hevur verið ógreitt, hvussu lógin skal tulkast, men nú skulu ivamálini beinast av vegnum

Í ávísum førum hevur tað verið eitt sindur ógreitt, um mvg skal rindast av eini tænastu, ella ikki. Men í næstum fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið sum beinir hendan ivan av vegnum.  Eitt, sum ivamál hevur verið um, er um ferðaleiðarar skulu rinda mvg. Taks hevur arbeitt soleiðis, at teir ikki skulu rinda mvg, men síðani varð niðurstøðan, at teir skuldu rinda mvg. Men nú verður tað so beinleiðis lógarfest, at teir skulu ikki rinda mvg, so er tann ivin beindur av vegnum.

 

Nú verður tað eisini lógarfest, at fólkaflutningur, sum Strandferðslan, kommunurnar og Bygdaleiðir hava ábyrgdina av, er eisini mvg fríur. Tað er eisini mvg frítt at flyta bilar og viðføri við Strandferðsluni og somuleiðis er fólkaflutningur við hýruvogni og ferðafólkabátum framhaldandi avgjaldsfríur.

 

Men hetta merkirsamstunds, at tað er ikki mvg frítt at leiga bussar til ferðafólkaflutning út og aðrar tænastur í hesum sambandi eru sostatt heldur ikki mvg fríar.