Shakespeare drekkispæl:
Shakespeare er fyri mongum ímyndin av leiklistini. Fyri summum tykist hann heldur háfloygdur og fyri øðrum serliga genialur. Shakespeare Systrarnar sýna Shakespeare leik fyri alt fólkið!
Shakespeare Systrarnar, Sóley Danielsen, Gunnvá Zachariasen, Kristina Sørensen Ougaard, saman við leikstjóra Hans Torgarð hava tikið stig til leikin. Høvuðssakliga við tí fyri eyga, at hátíðarhalda tey 400 árini ið eru liðin síðani Shakespare andaðist.
Spælt verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið 1. sept 2016, Kl. 21.30 – 22.15.