Skemtari óttaðist hjartatilburð og fór av palli

Heimskendi skemtarin og sjónleikarin Ricky Gervais fekk ein hvøkk nú um dagarnar. Hann er á ferð við showinum Humanity, og tá ið hann framførdi í Bristol nú um dagarnar.

Framførslan var ikki meira enn 10 minuttir gomul, tá ið Ricky Gervais fór av pallinum. Fólk flentu, tí tey hildu, at hann skemtaði, men soleiðis var ikki. Gervais føldi seg illa og stúrdi fyri, at hann var við at fáa ein hjartatilburð.

Tað vísti seg tó ikki at verða so álvarsamt. Gervais hevði verið krímsjúkur og hevði tikið heilivág. Hetta gjørdi, at hann fekk onkur symptom, sum kundu mint um ein hjartatilburð.

Showið varð avlýst, men verður uppafturtikið seinni, og á Twitter skemtaði Gervais við hendingini.

- Takk til fantastisku áhoyrarnar í Bristol í kvøld. Teir flentu enntá, tá ið eg helt, at var við at fáa ein hjartatilburð, skrivar Gervais á Twitter.