Tað hevur ikki verið tað stóra hjá løgregluni at gjørt seinasta samdøgrið, men um hálvgum tíggjutíðina í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend á eina matstovu í Havn, tí tvey fólk fóru at skeldast so illa, at tey hildu, at tey fóru til hendurs.
Men tá løgreglan kom á staðið, fingu tey tosað fólkini til ró, sum vaktleiðarin málber seg.
Í nátt hevur løgreglan eisini gjørt málrættað átøk, har bilar eru steðgaðir og kannaðir. Men har var eingin uppskrivaður.