Vilhelm Johannesen, sum er í formansskapinum í Løgtinginum, heldur ikki, at Edmund Joensen eigur at brúka sítt formansheiti í sambandi við valdømisuppskoti -Eg má siga, at tað er óheppið, at løgtingsskrivstovan hevur loyvt Edmundi Joensen at skriva seg sum løgtingsformann, tá hann legði uppskotið fram. Tað sigur Vilhelm Johannesen við Norðlýsið. Vilhelm Johannesen er ein av fýra í formansskapinum í Løgtinginum.
-Tá vit viðgjørdu málið í formansskapinum, fekk Edmund Joensen greitt at vita at formannskapurin fór ikki at stuðla uppskotinum, men vit kundu sjálvandi ikki blanda okkum uppí, hvat Edmund ger sum vanligur tinglimur, sigur Vilhelm Johannesen.
-Eg skilji ikki, hví løgtingsskrivstovan letur Edmund Joensen brúka heitið løgtingsformaður í uppskotinum, tí tað er Edmund sjálvur, sum hevur lagt uppskotið fyri Tingið, sgur javnaðartingmaðurin í Norðoyggjum.
Umframt Edmund Joensen og Vilhelm Johannesen eru Óli Breckmann og Hergeir Nielsen í formansskapinum hjá Løgtinginum.