T. d. kundi ein persónur verið sendur til ítróttarhendingar uttanlands í staðin fyri, at ein útvarpar og ein tosar fyri sjónvarpið. Harafturat eru ofta viðmerkjarar við, sum vælsaktans skulu hava løn, uppihald o.a. goldið.
Havi hildið tað vera spell, at Jógvan Arge um umleið 6 - 7 ár vegna aldur skal sigast úr starvi, tí ein slíkan frásigara - bæði innan kappróður, hond- ella fótbólt, søguupplestur, bæði sjálvskrivað og eftir øðrum, finst ikki.
At hann so nú verður uppsagdur áðrenn fráfaringaraldur, er ein skandala.
Ove Olsen hevur nú í kanska 30 ár gjørt sera vælumtóktar tónleikasendingar. Hann hevur eina vitan um tónleik, sum er sera upplýsandi, og tað líkist ongum, at hann nú ikki verður at hoyra aftur. Eisini er tað óskiljandi, at ein teknikari, sum byrjaði av sínum eintingum at gera sendingar verður heimsendur.
Hava útbúgvin blaðfólk onki fakfelag sum kann gera nakað við uppsagnirnar.










