Skeivt at flyta Grønlands Kommando

Ætlanin hjá donsku politikarunum at flyta Grønlands Kommando úr Grønlandi og at leggja hana saman við Færøernes Kommando hevur elvt til orðaskifti í Grønlandi Ætlanin er ein partur av teirri nýggju verjuavtaluni, sum donsku flokkarnir hava gjørt, men bæði verandi og fyrrverandi leiðarar á Grønlands Kommando mæla politikarunum frá at fremja ætlanina í verki.

Axel Fidler, sum hevur verið leiðari á Grønlands Kommando, heldur, at tað er skeivt at leggja Grønlands Kommando og Færøernes Kommando saman og at flyta Grønlands Kommando úr Grønlandi. Tað sama sigur núverandi leiðarin, Jan Bøestad.

Sambært verjuavtaluni skulu Grønlands og Færøernes Kommando leggjast saman innan árslok í 2014.