Um vikuskiftið var finalan í Miss Universe kappingini hildin í Las Vegas, sum filipinska Pia Alonzo Wurtzbach vann.
Men áðrenn hon varð krúnað, hevði verturin Steve Harvey útnevnt kolumbianska luttakaran sum Miss Universe. Kolumbianska Ariadna Gutierrez, sum endaði á øðrum plássi, varð fyrst útnevnd sum vinnari og síðan krúnað. Men verturin mátti undir sigursrúsinum umbera støðuna, sum hann hevði fløkt seg í. Verturin umbar gøluna.
– Tað er mín feilur, og tað má ikki ganga út yvir kvinnurnar, segði hann, eftir at hann hevði tilnevnt rætta vinnaran úr Filipsoyggjum.
26 ára gamli vinnarin hevur týskan pápa og filipinska mammu. Hon er fødd í Týsklandi, men stillaði upp fyri Filipsoyggjar. Hon arbeiðir sum model, men hevur eisini roynt seg sum sjónleikara og sum sjónvarpsvert.
90 luttakarar vóru við í kappingini.