Skeiv tulking av roknskapinum

Borgarstjórin í Vestmanna kommunu er als ikki samdur við starvsfelaganum í Eiðis kommunu.

- Hansara tulking er ikki røtt, og tá vísir bara hví ósemjan er so stór.


Tað sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, í tilsiping til úttalilsini hjá Jógvan í Skorini, borgarstjóra í Eiðis kommunu, ið fyrr í dag setti spurning við tølini, ið Vestmanna kommuna brúkar, tá tey finnast at VEKS-samstarvinum.


Borgarstjórin í Eiði vildi vera við, at tað ikki er rætt, at Vestmanna kommuna hevur undirskot av samstarvinum, men í staðin hava eitt yvirskot á 900.000 krónur. Hesum afturvísir borgarstjórin í Vestmanna.


Ósemjan millum borgarstjórarnar tykist at snúgva seg um tvey viðurskiftir, tá roknistykkið skal gerast upp. Um heimið í Vestmanna skal teljast við og um eina broytta fíggjarlóg í februar.


- Tað sum Jógvan í Skorini tekur við í roknistykkið, ið ikki skal vera har, er sølan av heiminum í Vestmanna. Sum partur av samstarvinum varð avtalað, at øll heimini skuldi seljast til samstarvið, og tað verður gjørt soleiðis, at samstarvið rindar fyri heimið tey næstu 25 árini, sigur Pauli T. Petersen og leggur afturat.


- Men tað kann ikki roknast við í rakstrarkostnaðin fyri VEKS. Her er talan um eina sølu, og skal tað bókast fyri seg.


Jógvan í Skorini vísti á, at í februar mánaði varnaðist stýrið, at raksturin av eldraøkinum var bíligari enn væntað, og tí lækkaði stýrið um inngjaldið. Pauli T. Petersen sigur tó, at tá var peningurin longur settur av í fíggjarlógini, og er tí ikki tikið við í teirra útrokningum.


- Tann broytingin er ikki tikin við, tí tá var fíggjarætlanin hjá Vestmanna kommunu longu samtykt, og kundi ikki broytast aftur. Men hædd skal eisini takast fyri, at tað yvirskotið, ið vit høvdu í 2015 frá samstarvinum, tað kom ikki í kommununi til góðar, men varð handað VEKS-samstarvinum, tí avtalan ásetir, at alt yvirskot verður handað samstarvinum, ið brúkar tað til fígging av rakstri.


Annars upplýsir borgarstjórin, at Vestmanna kommuna enn bíðar eftir eini avgerð frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum.


- Vit eru ikki komin víðari. Landsstýriskvinnan fekk eitt uppsagnarskriv frá okkum, men vit hava ikki fingið nakað svar enn. So VEKS-samstarvið koyrir sum vanligt.