Læknarnir á størsta sjúkrahúsinum í Norðurevropa, Sahlgrenska Universitetssjukehuset í Götaborg ásanna í samrøðu við Aftonbladet, at teir hava gjørt eitt syrgiligt mistak. Ein 50 ára gomul kvinna kom til regluliga kanning á sjúkrahúsinum, men av einari ella aðrari orsøk vórðu royndir hennara blandaðar saman við royndirnar av einari aðrari kvinnu. Tað gjørdi, at læknarnir tóku annað bróstið hjá henni, sjálvt um tað var frískt.