Fjølmiðlarnir koma dagliga við tíðindum um, hvussu hart sparingar raka, og nógvar viðmerkingar eru frá fólki, hvørs stovnur er skerdur fíggjarliga. Sjálvandi halda øll, at akkurát á teirra økið er umráðandi at sleppa undan spariknívinum.
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, hevur eisini fingið álagt at spara. Vit undrast tí stórliga, tá hon alment úttalar seg um, at hetta skal borgarin, serliga »tey veiku« ikki merkja nakað til.
Í Sosialinum leygardagin lesa vit so, at fólkini í sambýlinum í Pætursgøtu hava fingið boð um, at tey skulu flyta úr teirra heimi inn í annað stað at búgva.
Eg skal ikki koma inn á ítøkiliga málið, men vil vísa á, at greinin týðiliga lýsir ein hugburð um, at um fólk á ein ella annan hátt ikki eru fullfør vegna eitthvørt brek, hevur avvarðandi myndugleiki rætt til at taka fólk úr teirra heimi og flyta tey sum teimum lystir. Hetta meta vit er púra burturvið í einum demokratiskum samfelag, sum eisini sigur seg vera eitt vælferðarsamfelag.
Grundleggjandi virðir í føroyska samfelagnum er sjálvræði og møguleikin at ávirka egna lívsførðslu, og út frá tí kunnu fólk trívast og virka. Øllum fólkum, eisini fólk við breki, skal standast í boði, at hava ein virðiligan bústað. Ein virðiligur bústaður merkir eitt stað, har tú býrt trygt og trívist, har atlit eru tikin til tín tørv, og har tú veitst, at her er staðið sum lýkur øll krøv sum setast til akkurát tín bústað. Teimum fólkum sum ikki sjálvi megna at skapa sítt egna heimaumhvørvi, eigur samfelagið at hjálpa upp á bestan hátt, at finna ein virðiligan bústað.
Fólk, ið bera brek, eiga tí at sleppa at velja sær bústað og velja, hvar og saman við hvørjum tey vilja liva - á jøvnum føti við onnur -, og skulu tey ikki vera noydd at liva í serligum bústøðum uttan so, at tey sjálvi ynskja tað.
Um vit hyggja eftir, hvussu verður gjørt í okkara grannalondum, eitt nú Danmark, so stremba tey har eftir at tilpassa búmøguleikarnir til hvørt einstakt menniskja, m.a. við, at tey sum búgva saman við øðrum, ella sum búgva einsamøll, hava eitt so gott og trygt stað at búgva í sum møguligt. Ynskini, ið flest øll norðanlond hava virkað eftir, hevur verið at koma burtur frá »stovni« til ein betri og fríari bústaðarmarknað, sum er meiri fjølbroyttur og tilpassaður tí einstaka.
Nógv av feløgum teirra brekaðu, eitt nú Javni, Sinnisbati, LFU (Landsfelagið fyri fólk við autismu) og onnur, hava í nógv ár gjørt eitt stórt arbeiði fyri at vísa á tann stóra tørvin, sum er á bústøðum til teirra limir. Eisini hevur MBF ferð eftir ferð víst á sína ónøgd um, at bústaðarpakkin enn ikki er komin í tingið, hóast hann fleiri ferðir hevur verið sagdur at verða á veg í tingið.
MBF mótmælir tí staðiliga, at tað nú politiskt verður góðtikið, at sparingar skulu raka bústaðir hjá fólki, ið bera brek. Vit halda, at kósin er púra burturvið. Tað má ikki henda í Føroyum, at vit nú gera so stór afturstig, sum tað er at koyra fólk úr sínum bústaði móti teirra vilja.
Okkara áheitan á landsins myndugleikar og á landsstýriskvinnuna í Almannamálum Rósu Samuelsen er: Lat fólk hava tann rættin í frið at kunna verða í sínum egna bústaði og at tvangsflyta fólk hoyrir eini aðrari tíð til, sum vit ongantíð mugu koma aftur til.