Jógvan Jacobsen
?????????????????
Aftursvar til viðmerking til mín frá Niels Kára Nielsen sambandsmann.
Eg skrivaði herfyri viðmerking í Dimmalætting og á heimasíðuna hjá Unga Tjóðveldinum, www.ut.fo, um úrslitið av løgtingsvalinum. Eg legði dent á, at loysingarflokkarnir fingu meir enn helmingin av atkvøðunum.
Viðmerkingin hjá mær fekk Niels Kára Nielsen sambandsmann upp úr stólinum. Hann er ikki samdur við mínari tulking av løgtingsvalúrslitinum. Og tað er eisini í lagi.
Niels Kári Nielsen heldur áfram við at brigsla mær nøkur ting um førda politikkin hjá Fólkaflokkinum og Fullveldissamgonguni. Tað er ikki í lagi.
Hvørki eg ella Unga Tjóðveldið hava nakað við Fólkaflokkin at gera. Eiheldur vóru eg ella Unga Tjóðveldið partur av fullveldissamgonguni frá 1998 ella 2002.
Tað tykist sum Niels Kári eisini hevur hug at blanda Unga Tjóðveldið við Tjóðveldisflokkin og meg sjálvan við Høgna Hoydal. Tað er heldur ikki í lagi.
Unga Tjóðveldið er sjálvstøðugt ungmannafelag, hvørs endamál at virka fyri føroyskum fullveldi. Tjóðveldisflokkurin er politiskur flokkur við sama endamáli. Unga Tjóðveldið stendur ikki til svars fyri útsagnir og gerðir Tjóðveldisfloksins. Tað sama er galdandi hinvegin.
Eg er eg. Høgni er Høgni. Vit eru hvør sín persónur. Eg standi ikki til svars fyri gerðir ella útsagnir Høgna Hoydals. Og tað sama er galdandi hin-vegin.
Hevur Niels Kári nakrar viðmerkingar til Høgna Hoydal ella til Tjóðveldisflokkin, so hevði verið snildari at latið tær til Høgna og Tjóðveldisflokkin og ikki til mín og Unga Tjóðveldið. Men tað torir hann kanska ikki. Og tí leggur hann eftir mær.
Men eftirsum, at Niels Kári absolut vil sleppa at kjakast um fólkaatkvøður í Føroyum, so vil eg upplýsa honum nøkur ting.
Unga Tjóðveldið bardist av øllum alvi fyri at fólkaatkvøðan um fullveldistilgongdina skuldi fara fram. 3. mars 2001 hevði Unga Tjóðveldið stóran fólkafund á Vaglinum í Havn fyri at mótmæla afturtøkuni av fólkaatkvøðuni. Hvat síðani hendi hevur einki við meg ella Unga Tjóðveldið at gera.
Stóð tað upp til mín, fekk Anfinn Kallsberg sekkin sama dag, sum hann avlýsti fólkaatkvøðuna. Men soleiðis bleiv ikki og eg fái einki gjørt við tað.
Ein fólkaatkvøða var leygardagin 14. september 1946 um heimastýri ella loysing. Fólkið vrakaði heimastýri og valdi loysing. Menn fóru beinanvegin í gongd við at fremja fólksins vilja. Men fólkið var sett til viks av Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og danska yvirvaldinum við danskari hermegi. Soleiðis virkar fólkaræði í danska ríkinum.
Danska grundlógin hevur fleiri ferðir verið til fólkaatkvøðu í Føroyum í sambandi við at broytingar hava verið gjørdar. Svarið hevur verið nei hvørja ferð. Men hóast hetta eru broyttar danskar grundlógir lýstar at galda í Føroyum.
Erlendur Patursson segði í 1946, at fólkaræði uttan fult fólkaræði er sum bátur uttan nøgl. Eg eri so púra samdur.
Tað einasta sum eg og Unga Tjóðveldið vilja, er at skipa fult føroyskt fólkaræði. Eina føroyska republikk. Eins og t.d. Ísland og Finnland.
Men Niels Kári, um tú hevur nakrar viðmerkingar til mín, so kom endiliga við teimum. Men eg eri bara eg, og standi ikki til svars fyri gerðir og útsagnir hjá øðrum fólkum. Tað má einhvør klára at skilja.