- Spurningurin er, um vit kunnu góðtaka, at eitt skeinkistað, sum til dømis ferð eftir ferð loyvir børnum og ungum undir 18 ár inn og skeinkir til tey, sleppur at varðveita skeinkiloyvið, og um ikki ein harðari revsing enn ein lítil bót hevði havt tað ávirkan á tey skeinkistøð, sum gera hetta, at tey hugsaðu seg betur um.
Tað skrivar Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, í einum §52a fyrispurningi til Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnu- og uttanríkismálum.
Tingmaðurin hevur sett landsstýrismanninum tríggjar spurningar viðvíkjandi skeinkiloyvum og skipanini av hesum, og setir millum annað spurning við, um tað er rætt, at Loyvisnevndin einans hevur møguleika og ikki skyldu til at taka loyvi aftur, um loyvishavarin fremur lógarbrot
Harumframt spyr hann millum annað, um tað er rætt, at løgreglan er umboðað í nevndini, tí tað kann minka um trúvirðið hjá útinnandi valdinum, tá løgreglan bæði skal veita og kanna loyvir.