Frá Brunaumsjón Landsins verður sagt, at føroyskir myndugleikar góðkenna ikki donsku skeiðini; í besta føri kunnu nakrir tímar góðskrivast. Ein kann undraðist á hetta, tí donsku skeiðini lúka ES-krøv.
Tað ber ikki til at góðtaka henda hugburð. Sum dømi kann nevnast, at pumpan, sum verður nýtt við Áir, er eins og hon, sum sløkkilið hava skrottað. Venjingin við Áir er í einum simuleraðum maskinrúmi – hetta er hóskandi, um talan er um sjófólk. Í Danmark er venjingin í ymsum bygningum t.d. skúlum, hetta er veruliga arbeiðsøkið hjá flestu sløkkiliðsfólkum. Í Danmark verður harumframt nógv størri dentur lagdur á ferðsluvanlukkur og bjarging, og eru tað eisini tær uppgávur sum sløkkiliðini gera í dag. Ein onnur uppgáva er at undirvísa og hava venjing á dagstovnum og skúlum.
Tað er ongin orsøk til, at vit gjalda fyri dýr skeið við vánaligari útgerð í Føroyum, um vit kunnu fáa bíligari, ES-góðkend skeið í Danmark og sum harafturat eru við nýggjastu útgerðini.
Spurningar til Kristinu Háfoss
Undirritaða fyrireikaði í farna mánaði ein munnligan fyrispurning til Kristinu Háfoss í løgtinginum um hesi viðurskifti, men av tí at spurningurin ikki náddi fram, áðrenn tíðarfreistin fyri at seta munnligar fyrispurningar í hesi tingsetuni var farin, loyvi eg mær at spyrja landsstýriskvinnuna spurningarnar ígjøgnum fjølmiðlarnar.
Hevur landstýriskvinnan ætlanir um at fáa sløkkiliðskeiðini, sum føroysk sløkkiliðsfólk kunnu taka í Danmørk, góðkend í Føroyum ?
Hvat verður gjørt fyri at fáa sløkkiliðsútbúgvingina við Áir dagførda ?