Skatturin má lækkast alt fyri eitt

Sum støðan er nú, verða føroyingar skattaðir av landinum

Í Føroyum er skatturin so høgur, at tað eggjar føroyingum til at fara uttanlands at arbeiða, heldur enn at arbeiða í Føroyum.

 

Tað staðfesti Føroya Arbeiðsgevarafelag á aðalfundinum nú um dagarnar. Felagið sigur rætt og slætt, at føroyingar verða skattaður av landinum.

 

- Avleiðingin er, at serliga norskar fyritøkur, vinna kappingina um arbeiðsmegina móti teimum føroysku fyritøkunum.

 

- Tað er ikki tí at tær duga betri ella tí at tær kunnu gjalda eina hægri løn. Tað er tí at tær eru í einum landi, sum hevur eina betri skattaskipan, enn vit hava í Føroyum.

 

- Norski inntøkuskatturin er nevniliga munandi lægri enn í Føroyum, og tað er ein trupulleiki, sum politiska skipanin má taka í álvara.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at lønarskatturin í Føroyum er ein tann hægsti í heiminum.

 

- Hetta hevur fleiri óhepnar avleiðingar, har ein av teimum mest óhepnu er, at løntakarar velja sær at arbeiða í londum, har lønarskatturin er lægri enn í Føroyum. Føroyskt vinnulív kappast fegið um løn, men skattin fær vinnulívið ikki gjørt nakað við.

 

Arbeiðsgevararnir siga, at tískil er bráneyðugt, at skattaskipanin verður broytt soleiðis, at arbeiðsmegin, sum býr og arbeiðir í Føroyum, verður javnsett við arbeiðsmegina, sum eisini býr í Føroyum, men sum arbeiðir og rindar skatt uttanlands.

 

Tí mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at lønarskatturin í Føroyum verður lækkaður. Men í tí sambandi má greiða eisini fáast á, hvussu hetta skal fíggjast.