Amerikanska løgmálaráðið gav í gjár skattavaldinum boð um at lata frá sær skattaskjøl hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump.
Tað eru skjøl, sum ein skattanevnd í Umboðsmannatinginum hevur roynt at fáa fatur á síðani 2019.
Løgmálaráðið ger greitt, at nevndin hevur lógligan rætt til at síggja skattaskjølini. Tey snúgva seg um eitt tíðarskeið upp á seks ár.
Tað er í nevndini nevndur illgruni um, at Trumt hevur sjuskað við skattaskjølunum.
Hetta er annað afturstigið í gjár hjá fyrrverandi forsetanum. Skjøl frá løgmálaráðnum, sum eru almannagjørd í Kongressini, vístu fyrr í gjár, at Trump síðst í desember royndi at trýsta løgmálaráðið til at lýsa úrslitið á forsetavalinum at vera ógyldugt.
Hesar báðar almannakunngerðirnar eru ein kúvending, í munt til tá Tump var forseti. Hann helt tá fast um, at tað var rættur hansara sum forseti at nokta Kongressini innlit í síni egnu viðurskifti.
Formaðurin í Umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi, fegnast um avgerðina.
– Atgongd til sjálvuppgávurnar hjá fyrrverandi forsetanum er eitt mál um tjóðskaparliga trygd, sigur hon og leggur afturat:
– Amerikanska fólkið hevur rætt at kenna fakta um ørkymlandi áhugamálsstríð forsetans og undirgraving hansara av trygd og fólkaræði.
Allir fyrrverandi forseta síðani Richard Nixon í 1969 hava almannakunngjørt skattaviðurskifti síni. Men Donald Trump var undantakið.
Hann vísti allatíðina á, at skattauppgerð hansara var »til viðgerðar« hjá IRS. Tað er styttingin fyri skattavaldið í USA.
Blaðið The New York Times hevur áður endurgivið nøkur skattaskjøl hjá Trump. Har kom fra, at hann í fleiri á næstan ikki hevur goldið skatt til samveldiskassan.
/ritzau/Reuters