Nú viðskiftabókin hjá Kaupting Banka er almannakunngjørd, fer íslendska skattavaldið at kanna ymisk viðurskifti av nýggjum. Skúli Eggert Þórðarson, ríkisskattstjóri, sigur við fjølmiðlarnar, at skattavaqldið hevur neyvan fingið allar upplýsingar fyrr, og at tað tí er neyðugt at kanna ymiskt, sum nú er komið undan kavi.
Íslendsku fjølmiðlarnir hava millum annað víst á, at eftir viðskiftabókini hevði Kaupting Banki fleiri viðskiftafeløg í Luksenburg, sum er kent fyri at halda bankaupplýsingum aftur.
Sambært skattstjóranum hava íslendingar tilknýti til umleið 400 feløg í Luksenburg.










