Sveisiski Wegelin-bankin, sum byrjaði sítt virksemi í 1741, letur nú aftur.
Avgerðin er tikin, eftir at leiðsla bankans hevur viðgingið fyri amerikonsku myndugleikunum, at bankin hevur hjálpt amerikonskum ríkisborgarum at sleppa undan skatti. Í hesum sambandi er bankin gingin við til at rinda knappar 58 milliónir dollarar í bót fyri at hava verið við í skattasviki.
Í rættinum hevur leiðslan í Wegelin-bankanum viðgingið, at hon hevur latið umleið 100 múgvandi amerikanarar fjala 1,2 milliard dollarar á serlingum kontum har.
Wegelin-bankin er tann fyrsti útlendski bankin, sum hevur viðgingið at hava hjálp múgvandi amerikanarum at fjala pengar fyri amerikanska skattavaldinum.










