Skattaprosentið upp í Sundalagnum

Bert fáar íløgur verða gjørdar í Sunda kommunu í 2010, og skattaprosentið fer upp komandi ár. – Verandi tænastustøði skal haldast, sigur Kim Durhuus, borgarstjóri

Fíggjarætlan

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Meðan samfelagshjólini mala spakuligari, er neyðugt at laga útreiðslurnar hjá kommununi eftir hesum umstøðum.

Sunda kommuna hevur, eins og fleiri aðrar kommunur, gjørt av at hækka skattaprosentið komandi ár. Bygdaráðið samtykti mánakvøldið 2.desember, við stórum meiriluta, fíggjarætlanina fyri komandi ár.

Aftaná fleiri ár við stórum íløgum, serliga á skúlaøkinum og við nýggjum útstykkingum, hevur bygdaráðið gjørt av, at bert fáar íløgur verða gjørdar í 2010.

- Vit halda okkum vera so væl fyri á flestu økjum í dag, at tað ber til at stegða á í komandi ári, hóast tað altíð eru ynski um útbyggingar. Við fíggjarætlanini fyri komandi ár vilja vit fyrst og fremst tryggja okkum, at tænastustøðið í mestan mun verður varðveitt, sigur Kim Durhuus, borgarstjóri.

Skuldin hjá kommununi liggur um eina stíva álíkning, góðar 45,6 milliónir krónur anno 2008, og tí er tað ikki nøkur gongd leið at lána seg burtur úr dagsins støðu, sigur kommunan. Við lækkandi skattainntøkum sær bygdaráðið seg noytt til at hækka skattaprosentið í 2010. Tað fer frá 20,6 til 21,5 prosent. Barnafrádrátturin verður framvegis 5.000 krónur fyri hvørt barnið. Systkinaavsláttur verður tann sami sum undanfarin ár, og gjøldini fyri barnaansinginga verða somuleiðis óbroytt.