Skattamálið: Soleiðis er tað farið fram

Fá greiði á málinum, sum kanska syngur sítt seinasta vers í dag.

Klokkan 14.00 kemur Fíggjarmálaráðið við frágreiðingini hjá Bárði Larsen í nógv umrødda skattamálinum. Sosialurin hevur skrivað um málið síðani 15. apríl 2016. Her er tað, sum í stuttum er hent. 

 

Tíðarlinja:

 

September 2010 – Gamli Eik Banki fer á heysin

 

30. september 2010 – Fíggjarligt Støðufesti yvirtekur bankan

 

14. oktober 2010 – Nýggi Eik Banki Føroyar P/F verður settur á stovn

 

Oktober 2010 – Fíggjarligt Støðufesti ger skattaskriv, sum ásetur, at einki skattligt virði frá gamla bankanum kann fylgja við í nýggja bankan

 

18. Februar 2011 – Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik, ger nýtt skattaskriv og staðfestir skattligu viðurskifti einaferð aftrat

 

Apríl 2011 – TF Holding keypir 70 prosent av bankanum

 

2012 – Leiðslan sendir sjálvuppgávu inn fyri 2010/2011,  har skattafrádrátturin á 90 milliónir krónur er roknaður við  

 

Mars 2013 – Granskoðanin sáar iva um skattafrádráttin

 

Juni 2013 – Nevndin áleggur leiðsluni at venda sær til Taks at spyrja, um tað er rætt, at Eik fær hasar 90 milliónir í skattafrádrátti

 

Mars 2014 – Spekt sendir skrivligt upprit til leiðsluna og mælir frá skattafrádráttinum

 

Juni 2015 – Taks svarar aftur upp á fyrispurningin hjá leiðsluni og játtar frádrátt yvir 10 ár. Síðani spyr nevndin eftir at síggja brævið, sum sent var til Taks. Tá vísir tað seg, at leiðslan í Eik spurdi hvussu frádrátturin skuldi førast inn í rokniskapin og ikki um bankin hevði rætt til frádráttin

 

Ársskiftið 2015/2016 – Jørn Astrup Hansen fer úr nevndini

 

Januar 2016 – Spekt vil ikki skriva undir rokniskapin uttan átekning

 

27. januar 2016 – Eik vendir sær aftur til Taks

 

Januar 2016 – Fíggjarligt Støðufesti vendir sær til Fíggjarmálaráðið, og heitir á hesi um at fara upp í málið

 

Januar 2016 – Taks tekur málið uppaftur

 

21. mars 2016 – Deloitte grannskoðarafyritøkan, sum Eik brúkti sum ráðgevar, sigur gott fyri skattafrádráttinum

 

14. juli 2016 – Eik kærir Sosialin og Kringvarpið til fjølmiðlanevndina

 

23. september 2016 – Eik banki stevnir Jørn Astrup  Hansen fyri ærumeiðing.

 

6. december 2016 – Fjølmiðlanevndin fríkennir miðlarnar í kærumálinum

 

 

7. februar 2017 – Taks broytir støðu. Frádrátturin fer frá 90 milliónum til 0 krónur.

 

7. mars 2017 – Bárður Larsen verður settur sum bráðfeingisstjóri á Taks at kanna skattamálið

 

 

21. mars 2017 – Eik banki og TF Holding broyta navn til Betri Banka og Betri samtakið

 

31. mars 2017 – Eik banki sleppur stevningini móti Astrup

 

 

1. juli 2017 – Bárður Larsen sendir frágreiðingina til Fíggjarmálaráðið

 

 

13. juli 2017 – Súni Schwartz Jacobsen fer frá sum stjóri í Betri Samtakinum

 

 

 

 

18. juli 2017 – Niðurstøðan í kanningini hjá Bárði Larsen verður almenn