Í gjárkvøldið varð stórt tema prentað í Sosialinum, har avdúkað verður, at Eik afturhelt niðurstøðuna frá Taks á sumri 2015 frá Fíggjarligum Støðufesti. Ein niðurstøða, sum kundi hava ávirkan á virðisásetingina á partabrøvunum í Eik.
- Eg visti einki fyrr enn í desember, sigur Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti, við Sosialin. Hetta hevur týdning, tí TF Holding keypti tey seinastu 30 prosentini av Eik Banka frá Fíggjarligum Støðufesti við einari 90 milliónir krónur vitan, sum seljarin ikki hevði fyrr enn eftir handilin.
Finans á JyllandsPostinum hevur í morgun tikið søguna hjá Sosialinum upp og tey hava tosað við Torben Nielsen, nevndarformann.
Nevndarformaðurin sigur, at kann Súni Schwartz Jacobsen ikki forklára seg, so má hann umhugsa at trekkja seg frá nevndini.
Hann sigur við Jyllands Postin, at stjórin í bankanum má hava vitað um skattafrádráttin á sumri 2015
- Báðir aktionerarnir skulu hava somu vitan samstundis. Tað er eingin ivi um tað. Eg eri noyddur at spyrja hvat er hent. Hevur tann eini aktionerurin vitað nakað áðrenn hin, so er tað ein keðilig kunning at fáa. So eri eg noyddur at umhugsa, um eg vil halda fram sum nevndarformaður. Tað kann væl koma hartil, sigur Torben Nielsen við Jyllands Postin.
Súni Schwartz Jacobsen sigur við Jyllands Postin, at hann ikki heldur kunningin um skattaniðurstøðuna skuldi farið víðari til Fíggjarligt Støðufesti beinan vegin, tí niðurstøðan fór heldur ikki víðari til TF Holding.
- Fyri meg er umráðandi at undirstrika, at eg ikki handlaði sum stjóri í TF Holding í hesum máli, men sum bankastjóri í Eik, sigur Súni Schwartz Jacobsen við Jyllands Postin.
Víðari undirstrikar hann, at Fíggjarligt Støðufesti skal hava havt eins góðar møguleikar sum TF Holding at koma sær eftir hesum upplýsingum. Hetta einamest tí, at Jørn Astrup Hansen sat sum nevndarlimur tá, og hevði fingið kunning um skattaniðurstøðuna í fundarfrásagn, sum varð send tøkniliga til allar nevndarlimir síðst í august.
Tó siga bæði Jørn Astrup Hansen og Henrik Bjerre-Nielsen, at hvørgin teirra visti um niðurstøðuna í skattamálinum, sum gjørdi Eik Banka 90 milliónir krónur meir verdan, fyrr enn eftir handilin av partabrøvunum.
Áhuga kunnu ogna sær greinina á Finans hjá Jyllands Postinum her:
finans.dk/protected/erhverv/ECE9439056/torben-nielsen-efter-skattedrama-kan-min-direktoer-ikke-forklare-sig-maa-jeg-overveje-at-traekke-mig/