Sum aftursvar til tað, sum miðlarnir førdu fram í gjár, sendir Súni Schwartz Jacobsen í dag eina viðmerking, har hann endurgevur úr nevndarprotokollini frá 13. Mars 2013. Men hann nevnir einki um skrivliga uppritið, sum Spekt sendi nevndarformanninum í Eik í mars 2014. Eitt skrivligt upprit, har Spekt ger greitt, at Eik neyvan hevur rætt til hvørki goodwill ella frádrátt. Og samstundis eitt upprit, sum ikki varð sent til Taks, áðrenn Taks játtaði bankanum at draga tapið á 90 milliónir frá yvir 10 ár.
Soleiðis skrivar Súni Schwartz Jacobsen millum annað í dag.
“Í nevndarprotokollini frá 13. mars 2013 stendur orðarætt:
"Pkt. 8.1.2 omfatter selskabets udskudte skat. I forhold til dette punkt omtaltes det forhold, at banken for perioden 2010/2011 har valgt at indberette egenkapitalbevægelserne i primobalancen som skattemæssigt tab i forbindelse med overtagelsen af Eik Banki tilbage i oktober 2010. Den skattemæssige værdi af tabet udgør et beløb i størrelsesordenen (ca. 514 mio. kr. x 18%) dvs. 100 mio. kr. Den skattemæssige værdi er selvangivet uden dog at være indregnet som et aktiv. Beløbet indgår derfor ikke i balancen.
Henrik Barner bemærkede, at det danske skattevæsen ikke accepterer, at det skattmæssige tab optages i primobalancen i en lignende situation, men var enig i, at banken i den færøske indkomstopgørelse havde foretaget et fradrag for udgifterne i forbindelse med selvangivelsen for 2011.
Der var ikke yderligere bemærkninger."
Henrik Barner er statsaut. revisor hjá KPMG.”
Spurningurin, sum vit í Miðlahúsinum fegin vildu havt Súna Schwartz at svara uppá í kjalavørrinum av hesum er:
1 – Hvussu hann lesur seinasta setningin úr nevndarprotokollini “men var enig i, at banken i den færøske indkomstopgørelse havde foretaget et fradrag for udgifterne i forbindelse med selvangivelsen for 2011”. Súni Schwartz sigur í skrivi á eik.fo, at hetta vendir útsagnini 180 stig. Vit vildu tó spurt Súna Schwartz, um hetta ikki einans er ein staðfesting frá danska granskoðaranum um, at bankin hevur drigið tað frá í tapið – og ikki ein kollvelting av málinum. Ella um Súni Schwartz metir hetta sum, at Henrik Barner tekur undir við tí, sum bankin gjørdi, og tekur undir við, at hetta er lógligt í Føroyum.
2 – Avgerandi skjalið frá granskoðarum, sum Sosialurin prentaði í gjár, er skrivliga tilmælið frá Spekt sent í mars 2014. Har stendur, at Spekt hvørki heldur, at talan kann vera um skattafrádrátt ella goodwill.
Tí vildu vit eisini spurt Súna Schwartz, hví hann ikki sendi hetta víðari til Taks. Sosialurin hevur roynt at fingið viðmerking frá Súna Schwartz Jacobsen, nevndarformanninum í Eik, nevndarformanninum í TF Holding og øðrum við í hesum málinum. Men eingin ynskir at viðmerkja málið.
Í samrøðu við Dagur&Viku fríggjakvøldið segði Súni Schwartz, at so skjótt tað gjørdist greitt, hvat granskoðanin meinti, so vendi Eik sær aftur til Taks. Men Spekt ávaraði skrivliga í 2014 – og kortin gingu 22 mánaðir, áðrenn Eik vendi sær aftur til Taks – sambært skjølunum hjá Sosialinum.
Les meira um málið í Sosialinum í dag ella sí meira í Dagur&Viku í kvøld. Alt skrivið hjá Súna Schwartz kann síggjast her:
www.eik.fo/Default.aspx










