Skattalætti skal fremja størri vøkstur og skapa fleiri íløgur

- Tað skal gerast lættari at byrja av nýggjum eftir húsagang, og vinnulóggávan og aðrar lóggávur, sum hava týdning fyri umstøðurnar hjá íverksetarum, skulu dagførast sambært altjóða leisti, heldur strategibólkurin, sum arbeiðir við íverksetan

Íverksetan

Eitt av visjónstorgunum mánadagin á Hotel Hafnia snúði seg um íverksetan.
Strategibólkurin, sum hevur arbeitt við hesum evninum, hevur sett sær sum aðalmál, at íverksetarar í 2015 sleppa at savna seg um hugskot og at vinna pening, tí tá skulu ætlandi allar forðingar verða beindar av vegnum.
Gongst, sum bólkurin ætlar, verða Føroyar í 2015 ein íverksetaradepil, sum dregur at sær fólk úr øllum heiminum.
- Íverksetarar hava stóran týdning fyri máttin og vøksturin í búskapinum í einum samfelag. Tað er í nýggjum virkjum og fyritøkum, at nýggj hugskot koma undan kavi og verða roynd. Íverksetarar bjóða verandi virkjum av og økja um kappingina.
Tað sigur bólkurin í samandrátti sínum.

Egið virkið
- Eins og fólk í øðrum londum, vilja nógvir føroyingar stovna egið virki. Hetta sæst á føroysku hagtølunum um stovnað partafeløg og smápartafeløg.
Bólkurin vísir á, at í 2005 vórðu stovnað 38 partafeløg og 197 smápartafeløg í Føroyum.
Fram til 16. oktober í ár vórðu stovnað 32 partafeløg og heili 302 smápartafeløg. Aftrat hesum eru stovnað onnur virki, sum eru annað enn partafeløg og smápartafeløg.
Bólkurin sigur, at tað hevur stóran týdning fyri øll virkir at hava góðar arbeiðskarmar.
- At hava ein sunnan og støðugan búskap, vælútbúnað arbeiðsmegi, smidligan arbeiðsmarknað og ein vælvirkandi kapitalmarknað. Alt hetta eru neyðugir tættir, um íverksetarar skulu trívast og mennast í samfelagnum.

At hugsa nýtt
Lagt verður aftrat, at grundarsteinurin undir einum samfelag við nógvum íverksetarum er ein mentan, sum er eyðkend við viljanum og evnunum at hugsa nýtt, og sum vísir vilja og dirvi.
- Grundarsteinurin undir eini sterkari, sjálvstøðugari mentan skal leggjast í fólkaskúlanum, har næmingarnir skulu arbeiða skipað við hugskotsmenning í øllum lærugreinum. Í miðnámsskúlunum skulu næmingarnir hava tilboð um undirvísing í íverksetan.
Bólkurin heldur, at betri atgongd til váðafúsan kapital og nýggj fíggingarumboð skulu geva íverksetarum betri møguleika at fáa kapital til síni hugskot.

Skattalætti
- Skattalætti til íverksetarar skal elva til størri vøkstur og fleiri íløgur. Ein íløgukonta skal gera tað lættari hjá íverksetarum at spara saman til egið virkið.
Almennu byrðarnar skulu eisini gerast lættari við nýggjum, talgildum loysnum og málrættaðari ráðgeving.
- Tað skal verða lættari at byrja av nýggjum eftir húsagang, og vinnulóggávan og aðrar lóggávur, sum hava týdning fyri umstøðurnar hjá íverksetarum, skulu dagførast sambært altjóða leisti, heldur strategibólkurin.