Rampan, sum stendur beint við felagshúsini hjá B36 og HB í Gundadali, er í sera ringum standi, og er í løtuni stongd fyri nýtslu. Kanningar, ið umsitingin hjá býráðnum, hava gjørt, vísa, at ein umvæling, ið fevnir um útskifting av øllum plátum fer at kosta okkurt um 70.000 krónur.
Verður verandi á stadionøkinum
Býráðið er tó samt um, at tað er ógvuliga hóskandi, at skateboardrampan er á stadionøkinum í Gundadali, tá ið havt verður í huga, at økið er til ítrótt og almenna nýtslu. Somuleiðis er økið rættuliga mitt í býnum, og gott bussamband er til og frá økinum.
Aðrastaðnis verður miðað eftir at hava hesa ítrótt undir taki, og býráðið heldur eisini, at tað kundi verið partur av einari tilboðunum í eini slíkari høll.
Útrokningar hjá býráðsumsitingini vísa, at tað hevði kostað í minsta lagi 250.000 krónur at flyta verandi breyt til eitt annað stað á økinum í Gundadali. Kostnaðurin er tó ógvuliga nógv tengdur av, hvussu nógv verður gjørt av tilrigging og hvørjum standi skrokkurin er í.
Byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar Býráð samtykti mánakvøldið at taka undir við einum tilmæli frá býararkitektinum um at taka verandi breyt niður, og at arbeitt verður at finna aðra staðseting í Gundadali. Málið varð síðani beint í mentamálanevndina til samtyktar.