Fyrireikararnir lova páskaregg við gestastjørnum, tá Hans Petur í Brekkunum og tveir úr Take Off fara at seta lív í Skarvin í Keypmannahavn leygarkvøldið.
Páskabólkurin er mannaður við Hans Petur í Brekkunum, sum syngur og spælir saxofon, Janus Kampman spælir gittar og syngur kór og árhusianarin Morten Kold spælir bass og syngur kór. Hetta verður so ein eitt sindur øðrvísi útgáva av Take-Off, ið er poppbólkurin hjá Hans Petur í Brekkunum, ið við sínum góða saxofonspæli er kendur úr nógvum ymiskum samanhangum.
Promotarin ESJ og eigarin DPT siga at 33 ára gamli Skarvurin fer at verpa nøkur páskaregg, sum vera rullað uppá pallin og innihalda gestastjørnur.
Vitjað Skarv á www.skarv.info