Fyrsti tankin var, har er omanlop, men har lá ein bátur beint útfyri, og so var gitin gáta, hann skeyt aðru skotríðina. Tríggir mans, helst við hvør sínari 5-skots byrsu, í øllum føri vóru skotini so títt og nógv, at í hvussu er eini 15 skot vóru í hvørjari ríð. Hvat er hetta fyri nakað? hugsaði eg, og skjótt kom tað mær í hug, at í dag er fyrsti oktobur, loyvt at skjóta skarv! tað var tað- teir skutu skarv!
Eg má siga, at eg var skelkaður, álvaratos kann skarvur ella ein hvør annar fuglur, sum leitar sær higar inn á havnina, ikki fáa frið????
Mátti so fara at kanna, um tað var loyvt at skjóta fugl inni á havnini, men fekk einki nøktandi svar, so her er okkurt ógreitt.
Veit ikki hvørja heimild bygdarráðið hevur, men fari staðiliga at heita á tær æraðu frúur og harrar, sum har sita, at bera so í bandi, at slíkt barbarí ikki endurtekur seg.
Hesin báturin lá so og sigldi millum Dánjaljákupsastíggj og Egilsnes, ein teinur upp a einar 4-500 metrar, í einar tríggjar fýra tímar, og skotini dundu títt og ofta tveir teir fyrstu tímarnar, men so hæsaði spakuliga av, sum rímuligt er, tí nú høvdu teir púrgjørt hvørt einasta nev, sum har sat. Eru teir glaðir? erpnir? Munu teir halda seg hava gjørt eitt bragd? Hava teir bjargað nøkrum frá at doyggja í hungri?
Eg haldi slíkt er barbarí út um øll mørk! Allur sjófuglur, sum leitar sær inn á eina og hvørja havn, vík, vág ella fjørð, har fólk býr við, skal fáa frið, tað skuldi ikki verið neyðugt at heitt á fólk um slíkt, tað mátti verið hvørjum sámuliga siviliseraðum persóni greitt og sjálvsagt.
Hetta skal ikki skiljast, sum at eg eri ímóti at landsins tilfeingi verður troytt, sjálvandi skulu vit nýta tað tilfeingið, sum hetta landið kann veita okkum, hvat skulu vit annars vera her til? At eta pitsu og lasagnu og blaka vembur og annað gott av seyði burtur, er í mínum huga nær um sama barbaríið, sum fyrrnevnda skarvamorð, men vit mugu læra okkum, at fuglur og annað livandi ikki bara skal drepast, okkurt stað má vera har hesi ólukkudýrini fáa frið, t.d. tey fyrr nevndu støðini. Eisini áttu vit at havt eina siviliseraða støðu til skotváp og veiðu, so ikki hvør d..... h..... bara hann er fyltur 18 ár, kann fara út at veiða við byrsu og myrða frá hond, so einki er eftir til komandi ættrarlið.
Er nóg mikið av skarvi ella øðrum fugli til, so haldi eg tað vera í lagi at veiða sær eitt kók ella tvey, men álvara tos, tríggir mans við hvør sínari “pump-gun” myrða frá hond inni á havnini her?????, hugsið tykkum til, um nú hvør maður, sum átti bát og byrsu, gjørdi tað sama, so lógu einir hundrað bátar og kanska 300 byrsur og plaffaðu í allar ættir, og tað var ikki ein einast fuglur eftir á lívi.
Eru vit nú so nógv ríkari og glaðari, nú hvørt skarvsbein, sum her inni sást fyri middag fríggjadagin antin er myrt ella jagstrað burtur hiðani?????










