Hans Andreassen eigur Glitnir, hann er sera fegin um, at tað nú fer at bera til at skeinkja uttandura.
- Vit hava bíða leingi eftir hesum, og tað er ødeliga gott. Nú summarið nærkast er hetta sera gott hjá matstovum. Vit kunnu fáa eina mentan við fortovskafeum, og tað er gott tá útlendingar koma hendan vegin. Vit eru spentir um hetta. Vit hava ein krók uttanfyri, har vit kunnu seta nøkur borð upp, greiðir Hans Andreassen frá.
Heldur ikki Hans væntar ikki, at broytingin í innkeypsprísinum hjá matstovum fer at ávirka prísin hjá viðskiftafólkinum.
- Um vit hyggja aðrastaðni, sum til dømis í Danmark, so er innkeypsprísurin har eisini broyttur uttan, at tað hevur ávirkað søluprísin. Hetta fer heldur at merkjast við, at meira verður eftir til rakstur. Vit fáa kanska ráð at skifta gólv eitt sindur oftari og at geva betur service, sigur Hans Andreassen.










