Skansi fimmára sáttmála við Statoil

Føroyska frálandafelagið Skansi Offshore hevur undirskrivað ein nýggja fimm ára sáttmála við Statoil við møguleikanum at leingja um sáttmálan fimm ferðir við einum ári. Tað skrivar norska heimasíðan Skipsrevyen í dag.


Sambært norsku síðuni fer Sjóborg at virka út frá eini veitingarmiðstøð hjá oljufelagnum í norska býunum Mongstad.


Tað er eingin loyna, at tað hevur ikki altíð verið líka lætt hjá føroyska felagnum at fáa langtíðar sáttmálar til skipini, og við Skipsreyven fegnast Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, um nýggja sáttmálan.


- Tað er ikki á hvørjum degi, at vit fáa ein fimmára sáttmála og vit hava arbeitt hart fyri hesum. Vit fáa ein fimmára sáttmála til eitt av skipunum. Sjóborg hevur arbeitt fyri Statoil fyrr, so tey kenna skipið og manningina sera væl, og tað er jaligt, sigur stjórin við norsku heimasíðuna.