Í oktober í fjør avgjørdi býráðið í Tórshavnar Kommunu, at bjóða tveimum feløgum og fýra samtøkum møguleika at bjóða upp á arbeiðið, sum snýr seg um samlaða projektið at víðka Skansabryggjuna og Eystara havnarøki. Síðani varð uppskotið tillagað eitt vet eftir fráboðan frá Yvirfriðingarnevndini. Lisitatiónin var 22. mars 2016, fimm tilboð komu inn. J & K Petersen áttu lægsta boðið uppá slakar 387 miljónir.
Tað skrivar Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivi. Restin av tíðindaskrivinum ljóðar soleiðis:
Kommunan hevur gjørt avtalu við Búnaðarstovuna um keyp av 92.000. fermetrum av lendi á Glyvursnesi til gróttøku. Vegur verður gjørdur til grótbrotið, sum aftaná er ogn hjá kommununi og tøkt til onnur endamál.
Samlaði kostnaðurin fyri alla ætlanina fer at liggja um 465 milliónir. Arbeiðið verður fíggjað av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri í ár og trý ár fram og við lántøku.
Bygginevndin og havnameistarin mæla til at játta 465 miljónir av íløgum fyri Tórshavnar havn, at taka av tilboðnum frá J & K Petersen, at gera byggisáttmála, og at taka undir við uppskoti um avtalu við Búnaðarstovuna og bóndan um lendið á Glyvirsnesi.
Havnameistarin mælir til at gera lániavtalu um 250 miljónir við fastari rentu og 50 miljónir við variablari rentu. Lánini verða avdrigin yvir 20 ár.
Ein meiriluti í vinnunevndini tók 1. august undir við tilmælinum. Í dag kemur málið so fyri fíggjarnevndina og verður lagt fyri býráðið á eykabýráðsfundi í kvøld kl 20.