Jóhan á Plógv Hansen skoraði seks mál upp á átta málroyndir, tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus vóru fyri fyrsta stigamissinum í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Á heimavølli var Skanderborg-Aarhus móti dystarenda á odda 36-35, men tá seks sekund vóru eftir av dystinum javnaði útiliðið, Mors til javnleik 36-36.
Skanderborg-Aarhus er fremst í bólki 2 við fimm stigum. Mors og Holstebro hava trý stig hvør. Bjerringbro/Silkeborg er aftast við ongum stigi.
Komandi sunnudag klokkan 19 hevur Skanderborg-Aarhus dyst á útivølli móti Holstebro.











