Eftir at tað seinastu mánaðirnar dúgliga hevur verður gitt hvør næsti høvuðspersónurin í norsku ungdómssjónvarpsrøðuni Skam, hevur NRK P3 í dag almannakunngjørt, at tað verður Sana Bakkoush.
– Hon er ein sterkur persónur, og kanska tann mest hugtakandi persónurin í sjónvarpsrøðini. Hon hevur tilknýti til bæði norsku og muslimsku mentanini. Sana hevur sína trúgv, samstundis sum hon hevur vinir, ið hugsa mest um dreingir og ball, sigur Håkon Moslet, redaktiónsleiðari í NRK P3.
Tað er Iman Meskini, ið er sjónleikarin, ið spælir Sana Bakkoush í sjónvarpsrøðini.
Samstundis boðar norska kringvarpið frá, at talan verður um síðstu sesong av vælumtóktu sjónvarpsrøðini, eftir at skaparin Julie Andem hevur boðað frá, at hon vil gevast.
Nýggja sesongin byrjar mánadagin klokkan 13.28, tá fyrsta brotið verður lagt út á heimasíðuna.