Eg elski bøkur.
Orðini hjá íslendska fólkasangaranum Bubba Mortens mundu tey flestu av teimum, sum vitjaðu í Norðurlandahúsinum sunnudagin, hava til felags.
Hendan seinnapartin fingu føroyingar høvi at uppliva nakrar av frægastu norðurlendsku rithøvundunum. Seks av teimum tólv, sum eru í uppskoti til Norðurlandavirðislønina í bókmentum, løgdu leiðina hendanvegin at leggja sínar perlur fram. Teir lósu upp úr sínum skaldsøgum, yrkingum og stuttsøgum, og løtan var send beinleiðis út til alt Føroya fólk gjøgnum Útvarp Føroya.
Tiltakið, ið kallast Orðið í Norði, er so mikið forkunnugt og gott, at tað skuldi verið nóg mikið til, at føroyingar hvørt ár senda eitt uppskot inn til virðislønina, sum helst er tann størsti bókmentaheiðurin um okkara leiðir. Higartil hava bara tveir føroyingar, William Heinesen og Rói Partursson, fingið virðislønina.
Orðið í Norði er skipað á tann hátt, at rithøvundarnir sjálvir lesa upp úr sínum verkum, men teir sleppa ikki so. Áðrenn teir hvurvu inn í skaldaheimin, setti okkara norðurlendski journalistur í serflokki, Birgir Kruse, teimum viðkomandi spurningar, og tað kom hann aftur hesaferð væl frá, so at vit fingu eitt innlit í hugaheimin hjá okkara fremstu rithøvundum í dag.
Føroyskur vallari
Fyri at byrja við tí síðsta rithøvundinum, sum las upp: Føroyska íkastið hesaferð er Hanus Kamban, sum er innstillaður fyri stuttsøgusavnið »Pílagrímar«. Pílagrímar er fjórða stuttsøgusavnið hjá Hanusi, sum annars hevur brúkt stóran part av sínari skriviorku síðstu árini til ævisøgurnar um Áarstovubrøðurnar.
Tá Pílagrímar komu út í 2001 vóru gingin 14 ár síðan síðsta stuttsøgusavnið hjá Hanusi. Ein menning er hend hesi árini. Realistisku og psykologisku lýsingarnar eru víðkaðar við magiskari realismuni og fantasy.
Stuttsøgurnar ganga fyri seg í árunum millum 1850 og 2000. Hanus Kamban nýtir ofta ein afturlítandi frásøgustíl. Hann byrjar í nútíðini, men ferðast síðan aftur í tíðina
og setir nútíðina hjá høvuðspersónunum í perspektiv.
Tvær góðar og sterkar stuttsøgur í savninum eru »Tann hvíti maðurin« og »Angels place«, sum Hanus Kamban vann stuttsøgukapping hjá Listastevnuni fyri.
Føroyski pílagrímurin í ferðalagnum, sum í løtuni býr í útlegd í Keypmannahavn, var komin til Føroya saman við fimm øðrum rithøvundum. Orðið í norði ferðast til allar norðurlendsku høvuðsstaðirnar, har fólk fáa høvi at lýða á.
Fimm fjakkarar
Tann fyrsti í Norðurlandahúsinum var danin Morten Søndergaard, sum er tilnevndur fyri yrkingasavnið »Vinci, senere«. Hann gjørdi fyrstu ferð vart við seg sum rithøvundur í 1992. Umframt fleiri yrkingasøvn skrivaði hann eisini skaldsøguna »Tingenes orden« í 2000. Harumframt hevur hann eisini fingist við nýskapandi, eksperimentarandi útvarpsarbeiði fyri Danmarks Radio, og í hesum sambandi gjørdi hann sær eisini nakrar spennandi tankar um viðurskiftini millum bøkur og útvarp, eitt samstarv sum sambært nógvum er forfjónað í Føroyum. Bókmentaliga liggur nýggjasta yrkingasavn hansara onkustaðni millum reality og surrealismu.
Úr Finnlandi kom Pirjo Hassinens, sum fyrraárið skrivaði skaldsøguna »Mansikoita marraskuusa«. Á svenskum er heitið »Jordgubbar i november«. Tematiskt er kærleikin á skránni. Men spurningurin er, um tað nú er sannur kærleiki, tí hon flytir seg heilt út á markið til »hard core«. Hetta er sjeynda skaldsøgan hjá Pirjo, sum á ein hátt ger upp við sexistin og feministin Fay Weldon, ið vitjar á Listastevnuni komandi.
Triði norðurlendski ritøvundurin, sum las upp, var norðmaðurin Jørgen Norheim. Hann er tilnevndur fyri skaldsøguna »Ingen er så trygg i fare«. Skaldsøgan hevur lánt tittulin frá sálminum eftir Linu Sandell »Ongum er so trygt at fara«. Guds lítli barnaskari er kjarnin í bókini, sum er borin á einum átrúnaðarligum undirtóna. Tað fantastiska og realistiska gongur hond í hond, og bókin er rík av nýnorskum skaldskapi.
Liv Køltzow er eisini norsk. Hon hevur fingist við ymiskan skaldskap, eitt nú tann ævisøguliga, har hon hevur viðgjørt Amalie Skram, sum fekk eina óvanliga góða móttøku. Hon er nú tilnevnd fyri skaldsøguna »Det avbrutte bildet«, sum av ummælarum verður søgd at vera bæði ein flott og týdningarmikil skaldsøga. Liv Køltzow er áður tilnevnd fyri bókina »Hvem har ditt ansikt«, sum kom út í 1987.
Úr útnorði kom íslendingurin Jóhann Hjálmarsson eisini hendanvegin. Hann er í uppskoti til ársins norðurlendsku bókmentavirðisløn fyri yrkingasavnið »Hjóðleikar«, sum kom út í 2000. Hann er í sínum heimlandi kendur sum bæði kritikari og journalistur, men telist samstundis millum fremstu yrkjarar í Íslandi og er millum teir mest týddu uttanlands.
Bókaelskarar
Umframt teir seks rithøvundarnir í Norðurlandahúsinum, eru seks aðrir í uppskoti. Teir eru Per Højholt úr Danmark fyri skaldsøguna »Auricula«, Kjell Westõ úr Finnlandi fyri skaldsøguna »Lang«, Álfrún Gunlaugsdóttir úr Íslandi fyri skaldsøguna »Yfir Ebrófljótið«, Stewe Claeson úr Svøríki fyri skaldsøguna »Rõnndruvna glõder«, Eva Strõm úr Svøríki fyri yrkingasavnið Revbensstãdarna« og Kelly Berthelsen úr Grønlandi fyri stuttsøgusavnið »Tarningup ilua« við danska heitinum »En sjæls inderste kammer«.
Føroyingar fingu ikki høvi at hitta tey hesaferð, men felags fyri øll man vera íslendski sangurin hjá Bubba Mortens við heitinum »Eg elski bøkur«. Hann var í týðing eftir Martin Næs ógvuliga hóskandi karmurin um tiltakið í Norðurlandahúsinum. Framførdur inniliga av Sámali Ravnsfjall.
*******
FAKTA
Í uppskoti til Norðurlandavirðislønina í bókmentum 2003:
Danmark: Per Højholt og Morten Søndergaard
Finnland: Pirjo Hassinen og Kjell Westo
Ísland: Álfrún Gunnlaugsdóttir og Jóhann Hjálmarsson
Noreg: Liv Køltzow og Jørgen Norheim
Sverige: Stewe Claeson og Eva Strom
Føroyar: Hanus Kamban
Grønland: Kelly Berthelsen
*******