Skaldið Chr. Matras

Morgunin er eitt umráðandi myndevni og eitt afturvendandi tema í fleiri av yrkingunum hjá Kristjani Matras, serliga tey seinnu árini, og skilligt er, at skaldið leggur ein ávísan sýmbolskan týdning í sínar morgunlýsingar.

 

Heðin M. Klein

Yrkjarin kennir morgunin á sær, ella heldur innan í sær, sum eina nýbyrjan, hetta: at fara undir ein áður ósæddan dag við øðrvísi møguleikum, eina undranarverda kropsliga og sinnisliga reinsan, ja eina endurføðing, so at skaldið, sum morgnarnir vitja, kann ganga undir náttarlon ? við áarfrískum anda.

Hesin andin er, haldi eg sjálvur ? hvørt hann so er áarfrískur ella andin upp úr sjónum ? málandi eyðkennislag í øllum skaldskaparkompositiónunum hjá Kristjani á Brekkumørk. Eg hugsi um henda serliga sansaliga frískleikan. Alsamt kenst skaldskapur hansara líka upprunaligur, klárur sum kelduvatnið, ramur sum sjórámin, einfaldur. Undirritaði dugir ikki at síggja, er hann er nakað petti eldur við árunum, tvørturímóti.

Í turrisligum skaldskaparligum ella bókmentasøguligum yvirlitum verður Chr. Matras ivaleyst flokkaður sum náttúrulýrikari par excellence. Tað kann væl vera. Men har er eisini okkurt annað, sum liggur undir.

Hjá Kristjani á Brekkumørk var so nógv, sum var munandi øðrvísi ? og tí mátti verða øðrvísi orðað ? enn tann naknari málburðurin í tjóðskaparromantiska skaldskapinum undan honum. Hjá honum bar ikki til at siga sovorðið sum "eg elski teg land" ella "mítt kæra Viðareiði." Skaldið Chr. Matras var sum aðrir yrkjarar, ið veruliga gera mun, noyddur at rudda grund og leggja nýtt støði undir yrking sína, so at hann kundi geva sínum náttúrukenslum og teimum menniskjansligu kenslum ljóð, ið strongdu á og bóðu um orð, ið ikki fyrr høvdu verið soleiðis søgd á føroyskum. Nógv av tí, sum á skræðuni lítur út sum náttúrulýrikkur, er í veruleikanum eisini tilveruskaldskapur. Eisini menniskjan er náttúra, óloysiligur partur og bundin av aðrari náttúru. Fyrsta yrkingasavnið hjá Kristjani Matras, Grátt, kátt og hátt (1926), lesi eg fyrst og fremst sum eina ramliga tilveru-nýtulkanarroynd, at siga alt sum tað er!

Náttúrumagnið á Viðareiði og útsýni haðani vóru, sum vit øll vita, tann kveikjandi login undir skaldskapinum hjá Kristjani Matras. Sjálvur hevur hann latið okkum lykilin til fullfíggjaða fatan av sínum skaldskaparheimi: "hon (náttúran) var tað vandamikla, tað ræðuliga, tað magnmikla ? og tað, sum var blíðari og friðsælari enn alt tað, sum hugurin fær loftað." Hetta, sigur skaldið, "var fyritreytin hjá tí, at ein kom at meta logn og friðsælar løtur sum mátt í hægsta lagi." Tað ber boð um sjáldsamt og eyðsýna fjølbroytt náttúruveldi, at yrkjarin haðani fær ljóð bæði fyri tí rama og heidna, fyri tí blíða og ófatiliga friðsama og, ikki minst fyri kenslu síni av rúmd og endaloysi, hesi trý høvuðstemu hansara. Har eru rættan og rangan á oynni. Har eru fløtan og eiðið, hæddin og havið ? og menniskjan í øllum hesum náttúrunar stórbæra margfeldi. Har eru dýrdin og ódnin. Men har er eisini tað gerandisliga. Við listarliga kynstri sínum megnar skaldið Chr. Matras sum við gandi at flyta mikrokosmos, ið er Viðareiði ella Viðoyggin, yvir í makrokosmos, yvir í alheimin. Av tí sama hava hansara bestu yrkingar í sær, tó at tær ítøkiliga kunnu vera annaðhvørt stað- ella tíðarbundnar ella bæði, ein sjáldsama alheimligan og tíðarleysan, ein universellan, tóna.

Undirritaði fær neyvan við stuttum skotbrá lagt nakað munaligt afturat um eldru yrkingarnar hjá Kristjani á Brekkumørk, sum ikki onnur longu hava sagt. Men tær yngru yrkingar hansara eru, tykir mær, heldur lítið viðgjørdar enn. Chr. Matras útinti á síni longu ævi so mong brøgdini ? í vísindum, í týðing og í øðrum við, sum lítið verður sagt um og einki verður viðgjørt í hesum greinastubbanum. Eitt bragdið var tað, at hann á ellisárum megnaði at taka upp nýggjan tátt í síni yrkingarlist, at hann í tóna og sniði evnaði at endurnýggja sín lýriska skaldskap.

Okkurt av hesum man tó ? longu ? hava verið har frammanundan. Tað duga vit betur at síggja nú. Ein undandøttur í hesum skaldskapartátti vóru, ið hvussu er, nakrar heilt fáar yrkingar í 1930-árunum. Tann eyðkendasta, skapað í 1934 ella 1935, er henda:


Eg møtti eini gentu.

Og eg kendi hvussu várið

fór sum lívgandi væti

gjøgnum alt sum er til.


Skaldið man sjálvt hava verið eitt sindur kløkkað og ørkymlað, ella ið hvussu er eitt sindur ivasamt, um hesa góðu yrking, tí at ikki var hon prentað fyrr enn í Varðanum 1962. Í 1960 verður yrkingin Morgun í Havn til. Annars tekur hesin tátturin í skaldskapi Kristjans seg ikki upp av álvara fyrr enn fyrst í nítjanhundraðogsjútiárunum.

Bera vit saman við aðrar yrkingar hjá Kristjani Matras, so sæst týðiligur munur. Í yrkingabólkinum um Páll fanga (1935) letur hann Páll taka so til orða: Eg vildi bróta til mergjar / at royna trúnna úr forðum. Hetta, kunnu vit av røttum siga, gjørdi Chr. Matras sjálvur, myndarliga talað, í eldru yrkingum sínum, bæði innihaldsliga og málsliga, í reglufast skipaðum ørindum við føstum stevi og rútmu. Í teimum nýggju yrkingunum verður málsliga einfeldin avgerandi, rútman leysari, ørindislagið meira streymandi.

Tað er altíð vágið at fara aftur um slóðina hjá einum yrkjara. Men kanska fari eg ikki heilt skeivur, tá ið eg nevni onkra eysturlendska ávirkan. Eitt nú kann tað vera nevnt, at Chr. Matras í ummæli í Varðanum 1974 av Flytifuglum, savni av útlendskum yrkingum tekur m.a. soleiðis til um nakrar av yrkingunum eftir Ho Chi Minh, at tær eru: so sterkur og sannur skaldskapur, at eg eri um at halda hann vera besta skald í øllum flokkinum. Lesarin kann sjálvur ætla um og eisini bera saman við annan og eldri eysturlendskan skaldskap.

Eru yrkingarnar ella ørindini frá 1970-árunum nýggj uttan á skræðuni, so er evnið í teimum als ikki nýkomið. Tað er ? framvegis ? skaldsins kensla av rúmd og endaloysi, sum av nýggjum fær mál. Yrkingarformurin hóskar væl til nettup hetta evnið: mótsetningin ímillum tað farandi og tað verðandi, spennið ímillum lívsins avmarkan og lívsins endaloysi, sum eru høvuðsmotiv ella tema í hesum ørindum:


Lítillátað

mest sum tú vart ikki til

birti tú í hugum mildan yl

Hann er eftir

Og tú ert ikki til


?

Ungur var Chr. Matras, hann fór at yrkja í álvara. Tíðliga var hann fullbúgvið skald, og blaðungur gjørdi hann summar av sínum minniligu tilveruyrkingum. Bara 19 ára gamal skapaði hann yrkingina Hitt blinda liðið, og árið eftir yrkti hann Veðurtrøll og Eg sigi tær satt. Sostatt skrivaði hann longu á 19-20 ára aldri tríggjar megintilveruyrkingar í skaldskapi sínum.

Tær eru ikki so øgiliga mangar í tali og rúgva ikki heldur tað heilt nógva, yrkingarnar hjá Kristjani Matras. Hann var vandin í síni yrking sum í øðrum arbeiði. Tað kom meira enn so fyri, at hann hevði einstakar yrkingar leingi í gerð, legði frá sær og tók tær kanska upp aftur mong ár seinni.

Heildarsavn við upprunayrkingum og týddum kom í 1975: Leikur og loynd, sum Emil Thomsen gav út. Eftir hetta sonevnda heildarsavn komu, tað eg veit um, av skaldsins egnu yrkingum: Úr sjón og úr minni, 1978 (onnur útgáva 1979), og av týddum yrkingum eru enn at nevna: Nýggjar týðingar, 1981 (egið forlag) ? yrkjararnir í hesum savni eru Miroslav Holub úr Kekkia, Zbigniew Herbert úr Póllandi, Robert Burns úr Skotlandi, Georg Trakl úr Eysturríki, Salvatore Quasimodo úr Italia, W.B. Yeats úr Írlandi ? og at enda Lucian Blaga: Tólv Yrkingar (egið forlag, 1982). Alt samalt eru hetta merkisverd avrik. Gleðiligt er tað, og undranarvert, at skaldið Chr. Matras, sum tann sanni listarmaður hann var, so leingi hann orkaði, alsamt gjørdi nýggjar royndir og troddi áður ógongdar gøtur, bæði í egnum skaldskapi og í sínum týðingum.

Tað blaðunga skaldið Chr. Matras grundar í nøkrum av sínum fyrstu yrkingum um lívsins stóru tilveruspurningar. Tann elligamli yrkjarin spyr seg sjálvan, um skaldsins dreymur kanska er ein døggdropi, ið hýsir allari verðini? ? Tá verður úrfáningur skaldsins, ella samanumtøka, yrkingar ella ørindi av hesum slagnum, sum í síni søgn og sínum útsýni gera so manga aðra yrking óviðkomandi og tarvleysa:

Ljósið og sjógvurin

byrjaðu í fyrndini

eitt spæl saman

Tað heldur á inn í ævinleikan


Andin upp úr sjónum


Andin upp úr sjónum

hann stendur gjøgnum loft,

hann rekur upp um bakkan

og inn í tún og toft,

hann er við hellustrendur,

hann er, har berg er bratt,

og fórt tú upp á fjallið,

var hann har úr hvørji ætt.


Andin upp úr sjónum,

tá deyðast er við strond,

er mjúkur eins og náttin,

ið sígur yvir lond,

hann nemur vart við allar

sum eitt lukkubroyskið ljóð,

hann er eitt ósætt undur,

sum ber ófrið í várt blóð.


Andin upp úr sjónum,

tá ið flóðin legst um Spor,

ber flóð í mannahugar,

so vit finna ikki orð.

Tá bragda góðrarmegir

við fjørufuglavass,

tá yngist ellishugur

við barnafótatvass.


Andin upp úr sjónum,

tá blámagrøn er vík,

og flesjar liggja undir

og seiðaberg og brík,

og Váti Klettur sprænir

ein hvítan foss frá sær,

er tá ein trølskur andi,

sum spyr um menn og far.


Andin upp úr sjónum,

tá ið óført er og ódn,

hann dregur út á bakkan

bæði tilkomin og børn

at skoða trøllaleikin,

har sjógvur berst við land,

og drekka upp í hugan

ein ræðsludæmdan gand.


Andin upp úr sjónum,

í ódn og dýrdarlogn,

er gandurin í okkum

og lívs várs egin ogn.

Vit fáa ikki mist hann,

fyrr enn slokað er várt log,

hann verður síðsta heilsan,

hann var várt fyrsta boð.


»Jól uttanlendis«, 1941



Snjólýsi stóð av fløtum


Snjólýsi stóð av fløtum.

Vit skreiddu á tjørn sum ein flugufjøld,

tá ið nátt kom á.

Tá vaks við ljódligum veldi

hamari ramur úr kvøldi,

og hátt krýndi himin við stjørnum

høvur á hvítari fold.


Varðin, 1929


Tað er ei logn


Tað er ei logn, ei kyrrubrøgd

ið valda lívsins vøllum,

tað er hin mikla skýferðin

sum sýnir gongd í øllum,

tað er tann sterka sjón

ið elvir størstu vón,

ið veit at lív á jørð

er ferð um vandafjørð

og dýrt er her at sigra.

»Á Hellu eg stóð«, 1972



Fjarlagt hvesti

hann sjógvin


Mjúkliga myrkrið seig.

Og børn um hógv undir gørðum.

Mál teirra gomul hoyggjhúshurð

har gisnaður viður lak

út søtan anga í kvøldið.


Fjarlagt hvesti hann sjógvin

á undurnátt millum fjalla.


»Á Hellu eg stóð«, 1972



Hagin


Fer mjørkarák um kinningar,

um brekkugrøs og brýr,

tá kyknar upp til minningar

tann dýrdin, í mær býr

frá fyrstu ferð, ið hagin kvað,

so eg í undran lá,

og sál var um at bresta,

tí eg einki fekk sagt frá.


»Úr leikum og loyndum«, 1940



Dýrdarkvøld móti hoyburðartíð


Dýrdarkvøld móti hoyburðartíð.

Víður heimur at ferðast í.


Norðlýsi livir um hoyggjaðan vøll.

Stjørnur lýsa um hægstu fjøll.


Myrkur dvølur við bakkastrond.

Himins ljós ganga kyk um lond.


Angan av sátum, skróvan av strá.

Líðandi náttin komin á.


Alt var so stórt í heimsins høll.

Gekst har barn yvir hoyggjaðan vøll.


»Á Hellu eg stóð«, 1972


Víkin fyri eystan


Fyrst var tað søgnin um sjónir og hoyrslur, sum menninir høvdu

eystur í møl, tá ið fátt var fólk ella mikið var myrkur

? lunnaskrambul í myrkri og huldubátar við manning,

sum fóru burt ella komu, og menninir høvdu til merkis.


? ? ?


Síðani sá eg víkina, óvígd tóktist hon vera,

alt var so ramt og so heiðið og landið sum rangan á oynni,

vátur var bakkin og benini ljótasta skriðulendi,

óløgi bóltaðu inn við tungum tonglum frá botni,

vatnrikið gamalt slógv barst oman og grótharðir konglar

? gongulag sítt fekk áin av bøllutum malargróti. ?

So var, tá bátur var burt ella menninir farnir til húsa

? ikki var meira ónomið land í allari oynni.


? ? ?


Útfyri støðlaðist fiskur og stóð til miðis um skallar,

hann søktu brimvátir menn, sum løgdu frá landi á morgni

? teir vandust dreingir á vás, sum ættin møddist av elli,

nutu har fong ella feigð, sum lagna og líkindi lógu.


? ? ?


Her kom fiskur á land, og hiðan varð farið at fleyga

niðan um burtkrógvað nev á streymmjúkum sjógvi á urðar

? grøtandi grønt var har grasið, og grótið og gloprini uddu

av tí ótarnaða lívi, sum er undir albygdum bjørgum.



»Úr Leikum og loyndum«, 1940



Kúvingaskelin


Við einum djørvum smíli hyggi eg inn í meg sjálvan

og taki hjarta mítt í lógvan. Skelvandi

trýsti eg dýrgripin av oyranum og lurti.


Tað er mær fyri sum eg haldi í hondini

eina kúvingaskel

og hoyri úr henni

langt og óskilligt suð

av ókendum sjógvi.


Á, man eg vinna fram,

vinni eg eina ferð fram

av strondini á tí havi eg í dag

havi grun av, men ikki síggi?



Týtt eftir Lucian Blaga: »Tólv yrkingar«, 1982