SKALDAHEIMSINS CHARLES OG DIANA

Ted Hughes var villmaðurin í enskum skaldskapi. Eftir at Sylvia Plath var deyð í 1963, fekk hann leiklutin sum hin fánýti sjálvur. Ikki fyrr enn í 1998 tók hann orðið ? við eini bók, sum alt fyri eitt gjørdist klassikari

 

Meira enn nakar annar høvuðsstaður í heiminum er London býurin, har listafólk og rithøvundar hava sett sær spor. Sum eins farmur av samansavnaðum upplýsingum veksur, verður stytri millum sporini. Tann bókmentaligi fjakkarin drívur gøtu úr gøtu. Og Chaucer og Dr Johnson, Marlowe ella Tennyson fara eftir nethinnuni, skundisliga, sum hvørvnar skuggamyndir.

Steinsetingin, stigið verður á, er tann sama øld eftir øld. Her er talan um endurnýtslu við lít. Og viðhvørt heldur tú teg hóma, í tí slitna og tærda brúgvargrótinum, at andans stórmenni heilsast tvørtur um ættarliðini.


Camden Town

Undirritaði hevur í mong ár, á vitjan í London, havt tann vana at leita við smogutokinum norður til Camden Town. Her er okkurt, ið dregur, ein dámur av buldrasligum, ráum forstaðarlívi, av órøkt, av sjarmerandi skipanarloysi tykist at hvíla yvir hesum býarparti.

Stuttligt er tað eisini, at eitt hanagleiv gott og væl frá Camden Town smogustøð, á Camden High Street, er ein bókhandil ? Compendium, hugsi eg hann eitur - ið hevur lagt seg eftir at bjóða fram okkultar bókmentir. Í hesum avkrókinum, úti undir tí dulspekiligu væðingini, kanst tú, um tú ert heppin, detta niður á nakrar av heimsins mest spennandi bókum.


Villmaðurin

Men lat okkum eina løtu gloyma Camden Town og fara yvir til skaldskapin. Tann eingilski yrkjarin Ted Hughes varð føddur í Yorkshire tann 17. august 1930. Tann sum setir seg við hansara yrkingum fær skjótt varhugan av einum uppvøkstri, ið kanska ikki hevur verið ólíkur tí hjá føroyskum bygdarbørnum, mitt í náttúru og landsløgum, nær fugli og fenaði. Pápi hansara, ið var timburmaður, hevði verið við í fyrsta heimsbardaga. Hann var ein av bara seytjan í einum heilum herflokki (regimenti), ið kom livandi aftur úr stríðnum á Gallipoli.

Ted Hughes fór undir at lesa enskar bókmentir á lærda háskúlanum í Cambridge í 1951. Hansara fyrsta yrking kom á prent í 1954. Í 1957 gav hann út sítt fyrsta yrkingasavn. Um hetta mundið var enskur skaldskapur turrur og lítið sjóndæmdur, eyðkendur av onkrum slag av speiskum intellektualiteti.

Tann fyrsta bókin hjá Hughes æt Hawk in the Rain. Við henni ringdi hann inn eitt nýtt tíðarskeið í enskum skaldskapi, eitt andsvar frá bygdini og náttúruni, ein villan, harðligan skaldskap, runnan úr heiðinskógi, eirindaleysari søgn, døkkari sjón. Í hansara yrkingum trína kráka og revur, tikari og jaguarur fram sum bæði ítøkiligar og gudfrøðiligar verur. Eitt av hansara bæði døkkastu og ramligastu yrkingasøvnum ? bókin Crow, frá 1972 ? fær ein at hugsa um William Blake, sum á sinni tók til, at "vreiðinnar tikarar eru vísari enn lærdómsins hestar".


Tann brendi revurin

Í greinini "The Burnt Fox" (uppafturprentað í greinasavninum Winter Pollen), hevur Hughes fest á blað eina frásøgn, sum líka væl sum nøkur yrking lýsir hansara kenslur um tað mundið, hann las enskar bókmentir í Cambridge.

Kravt varð, at næmingurin læt inn ein stíl um vikuna. Hughes orkaði ikki fyri hesum bæði turra og lívsfjara sjabbinum. Eina náttina droymdi hann, at meðan hann situr uppi yvir síni ritgerð, kemur ein skapningur, við mannalikami og revahøvdi, inn í kamarið:


Eg sá, at kroppurin og limirnir vóru komnir beint út úr einum ovni. Hvør tummi var stoktur, gløðandi, kolasvartur, rivnaður og bløðandi. Eyguni, sum vóru áraka míni har eg sat, glógvaðu av brennandi pínu. Hann kom yvir til mín, til hann stóð við síðuna av mær. So legði hann hondina ? ein mannahond, sá eg nú, at tað var, men brend og bløðandi sum hansara likam ? við lógvanum niðureftir beint niður á tað hvíta arkið. Í somu løtu segði hann: "Halt uppat við hesum ? tú drepur okkum."


Ted Hughes aktaði boðini frá dulvitsins mannarevi. Tá ið tað triðja lestrarárið kom, skifti hann lestrargrein og fór undir at lesa antropologi. Hann kom á henda hátt djúpari inn í tann heim av sagnum og ævintýrum, haðani keldurnar til hansara skaldskap renna. Millum tey verk, sum fingu týdning fyri hann, vóru The Golden Bough eftir Sir James Frazer og The White Goddess eftir Robert Graves.


Sylvia Plath

Fyrst í oktober 1955 kom Sylvia Plath, ein ung amerikonsk genta, til Cambridge. Hon hevði fingið fleiri virðislønir, m.a. eisini tann gitna Fulbright styrkin, sum gjørdi hesa ferðina møguliga. Sylvia og Ted hittust árið eftir, tann 25. februar, í einum vertskapi. Neistarok stóð frá hesum fundi, har rann saman alt fyri eitt, kærleikin var ógvisligur, villur, romantiskur, ósjálvráddur. Seinni fluttu tey saman, ferðaðust í Onglandi, USA og Europa, giftust og fingu tvey børn.

Sylvia Plath var eisini yrkjari. Og tað kundi verið líkt til, at hetta var tað fyrimyndarliga ? kensluliga og andaliga ? ferðalagið. Her hittust tvey tey gávuríkastu fólkini í sínum ættarliði, kveiktu neistar í hvørjum øðrum, hjálptust um at nærkast, við huga og kenslum, teimum upphavligu keldunum, arketýpanna frumskógi, kundu læra hvørt av øðrum, meta um og finnast at.


Frælsi og døpur mein

Tann amerikanska gentan sýntist framlig og fræls. Men undir vatnskorpuni andu døkkar gátur. Bæði foreldrini hjá Sylviu vóru av týskari ætt. Pápin, sum undirvísti í týskum í Boston og var doktari í entomologi, var arbeiðssamur, myndugur, men helst eisini strangur og ráðaríkur.

Otto Emil Plath doyði í 1940, tá Sylvia var átta ár, av sukursjúku. Hendingin kom at skugga hennara lívi, sum ein døkkur vongur, men var samstundis eisini eitt fræ til skapan. Í 1953 royndi hon at taka seg av døgum við sovitablettum. Men hon hevði svølgt so nógvar tablettir, at hon spýði tær uppaftur, og hetta bjargaði henni. Seinni fór hon til ein sálarlækna og fekk elektriska sjokkviðgerð. Um hennara skaldskap segði Ted Hughes, tvey ár áðrenn hann doyði, við tann ísraelska blaðmannin Eilat Negev:


Alt skaparverkið hjá Sylviu Plath sigur bara eina søgu: søguna um hennara ødipusást til faðir sín, tey truplu viðurskiftini við mammuna, sjálvmorðsroyndina, sjokkviðgerðina. Hennara skaldsøga og yrkingar siga eina søgu, og hon skrivaði ongantíð um nakað annað. Megin í hesum yrkingum kemur av hennara evnum til at krøkja seg í følilsini hjá eini átta ára gamlari gentu.


Tann deyði gudurin

Tá ið Ted og Sylvia hittust í 1955, visti tann enski yrkjarin sjávlsagt einki um alt hetta. Otto Plath, tann deyði pápin, var gudurin hjá Sylviu, og hesin býflugugudurin, sum Ted Hughes einastaðni rópar hann, hevði lyndi til at rísa upp og gerast hold aftur í teimum dreingjum, hon fekk yndi til. Í yrkingini "The Shot", sum varð yrkti mong ár seinni, tók Ted Hughes soleiðis til:


Í míni støðu kundi tann rætti gandalæknin

havt loftað tær í flognum við báðum hondum,

blakað teg, kølnandi, úr einum lógva í hin,

gudleysa, lukkuliga, sissaða.

Mær eydnaðist at fáa

ein lokk av tínum hári, tín ring, títt ur, tín náttkjóla.


Nøkur fá dømir eru um í bókmentasøguni, at tann holdliga tjaldbúðin hjá einum yrkjara líkist hansara anda: Einar Benediktsson, Bjørnstjerne Bjørnson. Ted Hughes var í vakstrarlag og útsjónd sum ein neyv íholdan av sínum myrka, skaldsliga villskapi. Hann var av hægstu monnum, døkkur og kallmansligur, við rúnum í sínum glógvandi eygnabragdi, ein mýtisk vera, ein norðurenskur villmaður. Konufólk, sum komu í nánd av hesum nútíðar Heathcliff, kundu bráðna sum smørklíningar á glóðheitum komfýrsringum.

Tíðin hevur ivaleyst, her sum altíð, sín leiklut, eftirkrígstíðin, ættarliðið, sum legði strevið og saknin hjá foreldrum sínum aftur um bak, og sum royndi at fullføra ta gomlu hugsjónina hjá Brandes og Agnes Henningsen, dreymin um frælsan kærleika, fullkomna sjálvsjáttan. Ingmar Bergman hevur fyri stuttum, við sínum meistaraverki Trúleys, lýst ranguna á hesi mentan.

Ted Hughes var einki undantak. Eftir at hava verið saman í sjey ár, fluttu hann og Sylvia frá hvørjum øðrum. Sylvia Plath flutti, saman við báðum børnunum, inn í eina íbúð tætt við Primrose Hill, í Fitzroy Road 23. Í somu húsum hevði yrkjarin W.B. Yeats búð sum smádrongur, árini 1867-72.


Eggin

Onkur minnist kanska enn kuldaveturin 1962-63. Longu fyri nýggjár høvdu kuldi og kavi havt við sær, at øll samfelagshjól steðgaðu í Onglandi. Tokini stóðu á jarnbreytunum, forfjónað og tilklakað. Varmarørini brustu. Elektrikarar gjørdu verkfall. Vanlig fólk fingu nóg illa vaskað sær. Sjálvt tað dagliga uppvaskið var ein fyritøka. Kritikarin Al Alvarez hevur í bókini The Savage God við minniligum orðum lýst hesa seinastu tíðina hjá Sylviu Plath. Ein av hesum døgunum yrkti hon yrkingina "Edge":


Kvinnan er gjørd fullkomin.

Hennara deyða


likam ber evsta roysnisins bros.

Farrin av grikskum svitaloysi


sveimar í faldunum á hennara skykkju.

Hennara naknu


føtur sýnast at siga:

Vit hava gingið so langt, nú er liðugt.


Týsmorgunin tann 11. februar 1963 fór Sylvia upp á loftið til børnini. Hon setti breyðflísar og tvey krúss av mjólk á borðið, tí kanska fóru tey at vakna, áðrenn barnagentan kom. Hon fór niðurundir og tetti dyr og vindeyga við vátum handklæðum fyri at verja børnini. So læt hon ovnin upp, stakk høvdið inn í hann og skrúvaði gassið frá. Barnagentan kom klokkan níggju, men slapp ikki inn. Hon bankaði uppá, men grannin, sum búði í niðastu hædd, var doyvdur av gassinum, sum lak úr erva, og svav sum ein steinur. Hesa ferð eydnaðist royndin hjá Sylviu Plath.


Yrkjarin sum ikon

Deyðin er tann evsti telvarin. Við síni gerð hevði Sylvia Plath vunnið ein størri sigur enn allar hennara yrkingar. Trýssini bráðnaðu, toybilið hevði við sær, umframt Beatles, Dylan, Marcuse og Fromm, eisini kvinnufrígeringina.

Nú komu slóðbrótandi feministisk verk eftir Betty Friedan, Germaine Greer og Marilyn French. Sylvia Plath fekk sín ikoniska sess í tí nýggja kvinnumentanarliga templinum, undir liðini á eitt nú Sapfo og Rosu Luxemburg. Ted Hughes fekk samsvarandi hesi gongd, lutvís og frá summum, leiklutin sum fjandi, demonur. Evnið varð viðgjørt í einum vaksandi floymi av bókum, greinum og ritgerðum. Ted Hughes og Sylvia Plath blivu, sum kritikarin Nicci Gerrard tók til nú ein dagin, "skaldaheimsins Charles og Diana".

Ted Hughes helt fram at virka sum rithøvundur. Hann gav út yrkingasøvn, barnabøkur, týðingar eftir Ovid, eina bók um Shakespeare. Sum arvingi eftir Sylviu Plath umsat hann hennara ritverk. Í 1984 fekk hann størsta heiður, ið kann lutast einum enskum yrkjara: hann varð gjørdur Poet Laureate, laurberkransað tjóðarskald.

Ted Hughes var tiltikin upplesari. Nútíðar yrkjarar eru ofta smásárir og afturlatnir, pírnir, trekir at opna sínum lesarum bara eina sprungu inn í teirra torskilda heim. Ted Hughes var opin og gávumildur. Ljóðbond eru givin út, har hann, við síni skúlaðu og samstundis medvitnu og treystu rødd, lesur eitt nú Eliot, Yeats, Kipling og Auden. Í mangari eingilskari skúlastovu hevur hann birt ta fyrstu glóðina til skaldskaparliga fatan. Hann plagdi ofta at enda sín upplestur við eini gæliskari yrking, sum Lady Gregory á sinni týddi til enskt:


Eystan tókst tú frá mær; vestan tókst tú frá mær;

tú tókst tað, sum er eftir meg og undan mær;

tú tókst mánan frá mær, tú tókst sólina frá mær;

og eg frykti stórliga fyri, at tú hevur tikið Gud frá

mær!


Um síni viðurskiftir við Sylviu Plath valdi Ted Hughes sum heild einki at siga. Men hann hevði í mong ár fest á blað yrkingar, sum vóru eitt slag av dagbók, tekstir har hann vendir sær beinleiðis til sína deyðu konu og unnustu. Og brádliga, stutt áðrenn hann doyði, gjørdi hann av at almannakunngera hetta verkið. Savnið Birthday Letters kom út á vetri 1998 og var ein bókmentalig stórhending. Tað fór sum heitt breyð um Ongland og var prentað uppaftur í upplag eftir upplag.


Lagna og arketýpa

Birthday Letters sigur, í 88 yrkingum, søguna um Ted Hughes og Sylviu Plath, sædda við skaldsins eygum. Stílurin víkir frá tí fasta, samanstungna sniðinum, sum eyðkennir eitt nú Crow, yrkingarnar eru leysar, forteljandi, men við fyndugum, kompleksum og djúptskoðandi brotum uppií. Verkið er borið uppi og sjóðað saman av eini heildarsjón, har lagna, arketypur, stjarnanna fyriskipan valda menniskjans foldarlívi. Uppi yvir hesi bók renna einum í huga nøkur orð úr Lear kongi eftir Shakespeare: "Sum flugur í hondunum á tankaleysum dreingjum eru vit fyri gudunum; teir drepa okkum til stuttleika".

Ted Hughes doyði tann 28. oktober 1998. Navnið á hansara heimbygd í Yorkshire ? Mytholmroyd ? kann viðhvørt tykjast at vera næstan ímyndarligt, ein áminning um, at hesin maður ikki var eitt menniskja úr 20. øld, men heldur ein skepna úr norðurlendskari fornsøgu, ella grikskari søgn, skyldur við Grettir ella Jason. Tað hoyrir við til søguna um Hughes, at tann kvinnan, hann valdi fram um Sylviu Plath ? tann vakra Assia Wevill ? tók seg av døgum í 1969, og tók dótrina, hon átti við skaldinum, við sær í deyðan.


Sól yvir Primrose Hill

Morgunsólin gyllir ferðsluna á krossvegnum beint uttan fyri Camden Town Underground, har Parkway og Camden High Street umskarast. Vertshúsini Halfway House og The World´s End kappast um at fanga reikarans áhuga, sum fløskugrønar oasur, ið bjóða linna og tostasløkking.

Eg haldi leiðina vestureftir og komi tjúgu minuttir seinni til Gloucester Avenue, haðani Fitzroy Road gongur í ein útsynning móti Primrose Hill. Eg gangi spakuliga gjøgnum Fitzroy Road, har William Butler Yeats og Sylvia Plath hava reikað, við hundrað ára millumbili, og komi eitt bil seinni til Primrose heyg. Ovast á heygnum sita børn og tekna, lærarar leggja teimum lag á. Sólin skínur á teigar og torn.

Eftir er at viðmerkja, at í mai mána 1999 ? árið eftir at Ted Hughes var deyður ? varð minnisgudstænasta hildin fyri skaldinum. Gudstænastan endaði við hesum orðum úr Cymbeline eftir William Shakespeare, lisnum av Hughes sjálvum:


Fear no more the heat of the sun,

Nor the furious winter´s rages;

Thou thy worldly task hast done,

Home art gone and ta´en thy wages;

Golden lads and girls all must,

As chimney sweepers, come to dust.


FYRI SEG:

Næsta grein fer at snúgva seg um býarpartin Hackney í Eysturlondon og sjónleikaskaldið Harold Pinter.





MYND:

Myndatekstur: Útsýni av Primrose Hill. Mynd: Hanus Kamban


MYND:

Myndatekstur: Útsýni av Primrose Hill. Skúlabørn sita og tekna. Mynd: Hanus Kamban


MYND:

Myndatekstur: Ted Hughes og Sylvia Plath í Yorkshire í 1956