Carl Jóhan Jensen
Eg havi ikki givið meg í holtur við hesa hugleiðing (ella rættari hetta spjaðið av eini hugleiðing) av tí, at onkur innigoymd tøgn, sum eg ikki fái barst ímóti longur, er farin at leka. Heldur er tað av einum innanbreki í viljanum, sum ger, at eg sjáldan fái sagt nei, tá ið væl titlað og hartil strangmælt umboð fyri føroyskan fróðskap seta seg í samband við meg gjøgnum telefon og orðna mær, at seta orð saman til okkurt, ið bæði skal kunna eita lítargóð viðgerð og enntá taka seg akademiskt út í mentaðum oyrum.
Evnisval mítt er helst slættligari enn høvi gevur tilevni til, men tað má so vera. Eg ætli mær at siga eitt sindur um Christian Matras og ummælini, hann skrivaði í føroysk bløð og tíðarrit í tretivuárunum. Hetta havi eg partvíst gjørt, tí at evnið er lætt at fáa yvirlit yvir, ummælini hjá Christiani frá nevnda tíðarskeiði eru upp á seg fá, og partvíst tí, at eg sjálvur í onkran mun havi fingist við at meta føroyskar samtíðarbókmentir og borið áskoðanir mínar um tær fram á prenti.
Strangur ummælari
Sagt hevur verið, at í ummælunum, sum Christian Matras skrivaði frá fyrst í tretivunum og fram undir krígsbyrjan, kom ein øðrvísi tóni inn í føroyska bókmentaumrøðu. Ein ómildur tóni, treytaleysur í sínum vandlæti og ofta harðligur. Tað er ikki einki um tað.
Ið hvussu er, var hetta kostur, sum kúgaði summi mentafólk fyri bróstið.
Í hesum anda hevði eyðvitað borið til at lisið ummælini hjá honum sum eina uppgerð, ið ein mótrisin, ikki at siga vreiður ungur maður, hevði við tað ættarliðið av mentafólki, sum enn gekk og hokraði í eftirglæmuni av tjóðskaparligum morgunroða, teimum ljósu vónum, sum hugmyndir um andliga menning og samfelagsligan vøkstur høvdu elvt av sær upp undir aldarskiftið nítjanhundrað, men langt síðani vóru endaðar í stirðnaðari vanahugsan, í berum orðaleiki.
Men tað hevði verið einfalding og einfalding við lít.
Ummælini hjá Christiani Matras og bókmentaumrøða hansara sum heild hava víðari grund at byggja á enn so. Tey eiga mangt felags við tær grundhugmyndir sum eitt nú Jørgen Frantz Jacobsen bygdi sínar útgreiningar av føroyskum samfelagslívi og stjórnmálum á í bersøgnum og gløggskygdum greinum, sum hann skrivaði í donsk bløð um og eftir nítjanhundrað og tretivu.
Jørgen Frantz Jacobsen metti, at tað lag, ið komið var á í Føroyum eftir nítjanhundrað og seks, har tveir flokkar, sambandið og sjálvstýrið, telvdust í tómum orðum, aftraði øllum framburði í landinum og avmergjaði samfelagið, politiskt, búskaparliga og ikki minst mentunarliga. Framtaksloysið hevði læst seg um tjóðarsálina. Fólkið gav seg við sál og skinn upp til ymiskt átrúnarligt stuttleikalív og skoytti hvørki um samfelagsviðurskifti og hvaðna minni ta samtíð, sum strongdi á uttaneftir.
Hvørt Christian Matras, sum yvirhøvur sýnist at hava havt lítlan áhuga fyri politikki, tók undir við sjónarmiðunum hjá vinmanninum, Jørgeni Frantz, ella ikki, so vísa ummæli hansara í tretivunum greitt, at hann ætlaði naggatódn vera komna í málsligu og bókmentaligu menningina í Føroyum. Føroyskar bókmentir høvdu eins og stjórnmálini lyndi til at tøva í síni egnu byrjan og ikki vilja flyta seg, minst av øllum frameftir. Honum ótolnaðist við, at føroyskar bókmentir enn vildu leggjast í kjalarvørrin av føroyingafelagstíðini, at viljin til framburð var uppáhongdur hjá flestu mentafólkum, sum komu fram alment, bert til í orðum, ikki í verki. Tað sinnalagsskifti, ið kravdist til at fáa glið á bókmentaliga, gjørdi ov lítið vart við seg.
Hinvegin er bókmentaliga ástøðið hjá Christiani Matras, sett í mun til tað, sum annars rørdist í evropeiskum samtíðarbókmentum, heldur íhaldsamt og bregður ikki í umvarðandi lutum frá tí hjá øðrum føroyskum bókmentafólkum um hetta mundið.
Tað, sum kortini skilur Christian Matras frá, er, at hann fera at meta føroyskar bókmentir upp á onnur kor enn venja var til. Við honum kemur eitt áherðsluskifti í bókmentaumrøðuna: bókmentir skulu í fyrsta lagi metast frá yrkisligum sjónarmiði (ella sum Rikard Long sigur í einari viðmerking til eitt ummæli hjá Christiani í Varðanum: frá reint listarligum sjónarmiði). Evnisviðgerðin verður allar vegir drúgvari og miðvísari, annaðhvørt um form ella innihald ræður. Krøvini til verkini, ið hann tekur til umrøðu, verða samsvarandi strangari.
Og ikki allar bøkur fáa ummæli heldur: summar eru ikki ummælisverdar.
Í øðrum lagi metir Christian Matras eisini tey verk, hann ummælir, í mun til egna ritmálsliga ætlan og ýti.
Fýra ummæli
Eg havi í hesum viðfangi hug at taka fýra ummæli fram, sum komu á prent ávikavíst í Dimmalætting (28. januar 1931) og Varðanum 15. bd (1936) og 16, bd. (1937). Tey bæði fyrru ummælini viðgera prosaverk, skaldsøgurnar Lognbrá og Fastatøkur eftir Heðin Brú. Hini taka fyri yrkingasøvnini, Yvir teigar og tún eftir H. A. Djurhuus og Í útlegd fyrsta savnið hjá Regini Dahl.
Ummælið í Dimmalætting av Lognbrá gevur helst fyri fyrstu ferð til sjóndar tað nýggja og treytaleysa lagið, sum eyðkennir ummælini hjá Christiani Matras í tretivunum og hugburð hansara yvirhøvur til bókmentaskapan á føroyskum máli. Tað skilst á øllum brøgdum, at her verður ummælt við yrkisligum krøvum sum grundarlagi og hartil úrveljandi, t.e. ummælisevnið metist at vera ummælisverdugt.
Evnisviðgerðin er tríbýtt.
Í fyrsta parti, eini knappari helvt av ummælinum, viðger Christian innihaldið og sigur m.a., at Lognbrá, ein søga um uppvakstrarárini hjá bygdardreinginum Høgna, er eitt av fáum skaldverkum á føroyskum, sum hevur rættiligar mannlýsingar. Móðir høvuðspersónin í søguni, Guðrun, verður tikin fram sum dømi um heildargóða mannlýsing. Heðin Brú fær eisini gott skoðsmál fyri sálfrøðiligt innlit, serliga í smádreingjalyndi, og hann fær harafturat rós fyri ta poesi, sum bókin eigur. Hesin poesiurin er sannur, skrivar Christian Matras, og av tí slagnum, sum hóskar til nútíðarmenniskjað.
Í øðrum parti verða brekini í skaldsøguni tikin upp. Brotið byrjar við hesum eyðkennandi orðum: Eitt bókaummæli sum hetta er virðisleyst, um tað ikki roynir at sýna nøkur brek ella slíkar villur sum vanligar eru at finna í fyrstu bókini hjá einum manni.
Eitt dømi um slík brek er t.d., at høvundurin í fyrsta kapitli í bók síni ikki rættiliga er førur fyri at semja náttúrulýsing sína við sjálvt huglagið hjá dreinginum (t.e. Høgna).
Eitt annað brek er, at høvundurin í støðum nýtur nakrar "skaldsligar" myndir, sum eru máttleysar, slíkar myndir, sum ring søguskald nýta, og at hann í summum samrøðum nýtir "poetiskt" mál, ið fær ein falskan tóna inn í orðaskifti millum persónarnar (t.e. samtalurnar).
Í triðja parti verður málið í skaldsøguni viðgjørt. Her strikar Christian Matras í fáum orðum upp hugmyndir sínar um føroyskt ritmál. Tey fyrstu, sum fóru at skriva føroyskt søgumál, heldur hann hava verið ov heft av útlendskum fyrimyndum. Mál og stílur teirra átti ikki føroyskt lag, søguhátturin var fremmandur og óføroyskur, skrivar Christian. Men føroyingar eiga tó gott tilfar at gera burturúr, bygdarmálini. Tey eru full av góðum orðum og máliskum. Tað geldur bara um at lurta og leita eins og Heðin Brú ger og undan honum H.M. Eidesgaard. Kortini tekur Christian Matras høvundar vara fyri, at fáa serligar bygdarmálsformar inn í tað unga skriftmálið (uttan, sum hann tekur til, í sjálvum orðaskiftinum, t.e. samtalunum). Um tað vanliga skriftmálið hevur orðasnið, sum eru eldri enn í avvarðandi bygdarmáli, so er tað bara til skaða, heldur hann, at taka málføriformarnar við. Hugmyndir av samlíkum slag koma fram í øðrum ummælum, eitt nú tá ið Christian ummælir týðingina hjá Janusi Djurhuus av Verjurøðu Sokratesar í Varðanum bd. 12 (1932). Har skrivar hann um orðalagið: tað er í støðum óføroyskt, ikki ávirkað av grikkskum, men donskum máli. Her meini eg ikki við einstøk orð fyri fremmand hugtøk, men tað er alt tað, sum skal binda tey einstøku orðini saman í talu: smáorð og tiltøk, - slíkt er ikki altíð so føroyskt sum tað átti.
Í ummælinum av Fastatøkum, skrivað góð fimm ár seinni í Varðan, er tónin heldur hvassari. Hóast ymiskt gott er at finna í tí lýriska skaldskapinum og í lýriskum prosa á føroyskum, skrivar Christian, gongst illa hjá teimum skrivandi at fáa fastatøkur á lívinum sjálvum, á tí, sum skapar tann ofta illsvíggjuta og harðvunna gerandisdagin í Føroyum. Føroyskar bókmentir á óbundnum máli evna samanumtikið ov illa veruleikan, við tí úrsliti, at sálarlýsingin er ov kám, persónarnir ofta mest sum skindeyðir.
Og Fastatøkur er ikki leys við hesi almennu brek í føroyskum prosabókmentum.
Við teirri roynd, sum Heðin Brú hevur gjørt við báðum skaldsøgum sínum Lognbrá og Fastatøkum, hevur hann kortini ikki, metir Christian Matras, greitt úr hondum meiri enn eitt næmingsverk, um enn eitt frálíkt næmingsverk. Víst verður á fleiri lýti og gekkir á verkinum. Eitt nú eru persónslýsingarnar í søguni fleiri nóg so kámar, hava ikki tikið við holdi og blóði. Ja, onkur persónur er ikki so frætt sum ein skuggi og høvuðspersónurin sjálvur, Høgni, so bróskkendur, at viðhvørt er lesarin glaður, tá ið skaldið gloymir hann.
Ummælið tekur eisini fram aðrar frásagnartøkniligar veikleikar, eitt nú tann, at høvundurin ov ofta kemur við einum fingri at vísa okkum á, hvat vit eiga at halda um tað og tað.
Tað er altíð best, heldur ummælarin, tá ið skaldið krógvar seg aftan fyri eina sterka frásøgu og roknar við tí, at lesarin dugir at lesa.
Eisini byggingina í skaldsøgunum báðum, má Heðin Brú hoyra fyri: hon er nakað veik, skrivar Christian, og endan á Fastatøkum dámar honum einki betur enn tann á Lognbrá. Hann er óveriligur, óektaður, uppgjørdur.
Grundarlagið undir ummælinum av Fastatøkum er tó tað sama, sum undir hinum, ið stóð í Dimmalætting á sinni. Ummælisevnið er ummælisverdugt. Heðin Brú eigur skrivingargávur javnt við teir bestu í øðrum londum, skrivar Christian Matras, hví skuldi hann ikki komið á mál, og við honum føroyskar bókmentir?
Orðið skald, ið á føroyskum má sigast at vera eitt virðingarheiti, verður somuleiðis havt um høvundin alt ummælið út ígjøgn, og Christian tekur seg ikki aftur í at geva høvindinum tað, sum honum er heimilt: við honum (t.e. Heðini Brú) er føroyskur søguskaldskapur komin um eitt enni, stílurin hjá honum er nýggjur og málið runnið úr bestu keldum, harumframt hevur hann úrsýna gott hegni til at lýsa náttúruna, gerandislív osfrv.
Triðja ummælið er sum nevnt ummælið av yrkingabókini: Yvir teigar og tún eftir H . A. Djurhuus. Hetta er uttan iva eitt tiltiknasta ummælið í føroyskari ummælingarsøgu. Í senn miskunnarleyst og næstan óhuganliga beinrakið. Støða Hans Andriasar í føroyskum skaldskapi verður lýst við eini mynd av berjahenting. H.A.D. er so stórvirkin sum lýriskt skald, skrivar Christian, at har sum starvsbrøður hansara henta upp í berjablikk, fyllir hann lættliga ein tunnuposan fyri og annan eftir. Fara vit so at hyggja niður í posan, er ofta ilt at fáa eyga á berini, tí har er so mangt annað í, sum hevur verið í berja nánd, men ikki er ber.
Hóast hesi orð kunnu tykjast heldur enn ikki kaldlynt út á útskinninum, so er kortini ikki sørt, at ummælið eisini goymir í sær samhug við yrkjaran. Í fyrsta lagi ummælir Christian her upp somu treytir, sum hann ummælti bøkurnar hjá Heðini Brú: ummælisevnið er ummælisverdugt.
Í øðrum lagi rívir hann ikki Hans Andrias úr haminum eftir skaldaæru hansara, tvørturímóti hann viðurkennur hann sum skald, men fýlist hinvegin á, at tað, sum kemur á prent eftir skaldið, er ov illa sáldað, ov illa ritstýrt. Við øðrum orðum er tað í royndum hin almenni hugburðurin til bókmentir, sum enn eina ferð stendur fyri skotum, tann hugburðurin, sum eftir áskoðan Christians nívir menniningina av føroyskum bókmentum.
Í ummælinum av fyrsta yrkingasavninum hjá Regini Dahl, Í útlegd, er tónin ikki fult so hvassur, men næstan lagaligur. Helst kemst tað av, at ummælisevnið er blaðungt, bert 19 ára gamalt. Christian ymiskt hugleiðir um lýriskan skaldskap alment, ymiskt dømir um og kemur við ráðum til hin unga skaldsprotan (eitt nú tað, at Regin átti at havt bíðað við at geva út: til hann fekk meira stimbrað ljóð fyri kenslum sínum).
Kortini er heldur eingin ivi her um, á hvørjum grundarlagið, ið ummælt verður. Dugi eg at meta rætt, skrivar Christian, so hevur hann (t.e. Regin Dahl) gávur, sum fara at spyrjast í bókmentum okkara, um honum verður lív lagað. Og hann leggur afturat, at Regin Dahl er eitt skald, ið hevur eitt ríkt og margbroytt tilfar, ið streingir á, og tó at hann enn ofta ikki er losnaður úr frá orðalag, rýtmum og rímum hjá øðrum (mest J.H.O.Djurhuusi) hevur hann yvirhøvur eitt annað snið enn onnur føroysk skald, er meira nútíðarskald, kanska við fyrimyndum í nýggjum europeiskum lýrikki.
Ella øðrvísi sagt, talan er um ummælingarverdugan skaldskap.
Men hóast atfinningarnar her eru mjúkliga orðaðar, so bera tær alt tað sama boð um, at í grundkrøvum sínum til skaldskap slakar Christian Matras ikki: Tað er ikki hvørs manns føri at skapa lýriskan skaldskap, skrivar hann, og tað er ein vandi fyri føroyska skaldlist, um vit krevja ov lítið.
Aftursvar í samtíðini
At ummælisstílurin, sum Christian Matras kom við í tretivunum, bæði var øðrvísi og ørkymlaði tær hugmyndir um bókmentaskapan, sum samlag leingi hevði verið um í Føroyum, sæst eina best av teirri eitt sindur tvívendu viðmerking, Rikard Long, ritstjóri á Varðanum, skoytti upp í áðurnevnda ummæli av Fastatøkum.
Rikard Long samanber ummælisstílin hjá Christiani Matras við leiku-trøllið, ið best sum er, brestur upp úr dós síni, ljótt og ræðuligt. Christian vil skjóta støkk í menn, vekja teir. Kortini ivast Rikard Long í, hvussu rætt tað er at ummæla út frá einum reint listarligum sjónarmiði. Hetta sjónarmiðið hevur ikki ofta verið nýtt í føroyskum ummælum, skrivar hann, hvørki av bókmentum ella aðrari list. Og hann heldur fram: um vit einans høvdu sett bókmentir okkara í virði út frá listarligum sjónarmiði, tá hevði lítið verið, sum ikki lá eftir í sandasorli.
Rikard Long endar viðmerking sína við hesum orðum, sum í senn neyvt lýsa hugburðin í samtíðini til ummæli og bókmentaviðgerð sum heild, men hinvegin eisini vísa, at tað longu var tikið at klárna fyri summum, at í longdini fór annað lag at vera neyðugt: Føroysk bókaummæli, skrivar Rikard Long, hava higar til dags dømt mest eftir, um bøkurnar hava verið gagngóðar út frá tí mentunarstøðu, ið vit til einhvørja tíð hava staðið í. Um framburður skal verða, má einaferð verða farið undir at lata ta reint listarligu virðisetan hava fyrimunin. C.M. hevur hugsað, at nú hevur verið bíðað nóg leingi. Kann vera hann hevur rætt. Tær báðar bøkurnar, ið komu út nú á jólum "Fastatøkur" og "Fuglar og fólk" tola ið hvussu er at verða dømdar á henda hátt.
Samanumtikið kann sigast, at Christian Matras hevði tvinnar atvoldir til at ummæla soleiðis, sum hann gjørdi, í ummælum sínum í tretivunum. Hann helt í fyrsta lagi, og ikki grundarleyst, at ein uppnýgging av føroyskum bókmentum var neyðug. Skuldi ein slík uppnýgging verða, ráddi mest um, at øðrvísi krøv, fagurfrøðilig eins væl og evnislig og tøknilig, vórðu sett til bókmentaskapan á føroyskum máli, enn tey, sum semja hevði verið um millum mentafólk síðani aldamótið nítjanhundrað. Við øðrum orðum: skaldverk, sum komu á prent á føroyskum áttu at tola at verða máld við somu stikku sum skaldverk eitt nú á donskum ella øðrum norðurlendskum máli.
Í øðrum lagi liggur málspurningurin honum frammarlaga í huga og ikki at undra, maðurin hóast alt málfrøðingur. Føroyskt var til tað ungt sum skriftmál og ófullfíggjað. Nógv av tí, sum skrivað hevði verið á føroyskum ella føroyskað úr øðrum málum, var í slíkan mun, tykir honum, merkt av tí tætta samlagi, sum føroyskt mál og føroysk mentan hevði (og enn hevur) við danskt, at tað beinavegin var til hindurs fyri menningina av føroyskum skaldskapi. Umráðandi var tí, at skapa málinum víðari ræsur, búgva tað út til at bera nýtíðarligan mentaskap og hetta gjørdist, eftir hansara áskoðan, best og virðiligast á heimligari grund. Tí er málslig viðgerð ein megintáttur í ummælum hansara. Men endamálið er tó ikki málreinsan sum so, men málrøkt í besta skilningi, t.e. málslig menning við tí endamálið at gera føroyskt bókmentaliga bakkaført.
Men hvat varðar okkum nú á døgum um hesi nøkur og hálvfjerðsára gomlu ummæli?
Ikki so lítið, satt at siga.
Tey viðurskifti, sum ummælini varpaðu ljós á, eru í mongum tey somu, ið føroyskar bókmentir og føroyskt listarlív enn liggja og skúrast ímóti, sum danga í rekísi.
Tak eitt nú munin á yrkis og áhugalist, brotrivuna, sum aftur og aftur skakar grundirnar undir føroyskari samtíðarmentan við spurningum, ið eru nærlíkir teimum, ið Christian Matras tók upp í bókmentaviðgerð síni í tretivunum.
Hvørji krøv eiga vit at seta? Eiga reint listarlig sjónarmið at gera av, hvussu skaldverk t.d. verða vigað? Ella áttu vit heldur at halla okkum til onnur sjónarmið, eitt nú hitt ómakaleysa sjónarmiðið hjá miðlingsskapinum, hjá mentamálayvirvøldini, hjá kringvarps- og skúlaleiðslu, ið heldur vilja tunnuposar fullar av onkrum, ið hevur verið í listar nánd, enn upp í blikk av dygd.
Hetta eru spurningar, ið mentað samfelag ikki enn hava svarað til fulnar ella skáka okkum undan at svara.