Skála skúli vunnið veðurlagsvirðislønina

– Hetta er eitt ordans herðaklapp, siga tey úr skúlanum

Skála skúli hevur vunnið veðurlagsvirðislønina, sum Føroya Lærarafelag letur. Gávubrævið er aljóðandi 25.000 krónur.

 

– Hetta er eitt ordans herðaklapp og gevur okkum ordiliga hug til at arbeiða víðari við at gerast enn meira burðardygg, skrivar skúlin á heimasíðu síni.

 

Í grundgevingini at lata Skála skúla virðislønina sigur Lærarafelagið millum annað, at Skála skúli er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

 

– Vit ynskja at takka tykkum øllum, sum hava stuðlað okkum so væl, millum annað vð at lata klæðir og lutir inn til endurnýtslukaféina, teimum ið hava keypt endurnýtslunet og ikki minst teimum, ið hava tikið sær tíð at svara spurnabløðunum, ið næmingar hava tikið heim við, sigur skúlin.

 

– Ein sera týdningarmikil lyklapersónur hevur verið húsavørður okkara, Pauli, sum millum annað hevur smíðað kassar til sankutøð, ansað høsnarungar, áðrenn teir komu úr eggunum og aftaná.