Skála er eitt royndari effolið nú

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Edvin Jacobsen, liðskipari heldur, at Skála er betri rustað nú, enn í 2014.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við liðskiparan hjá Skála, Edvin Jacobsen fyrr í kvøld. 

 

Skála er suverenur vinnari av 1. deild við einum liði, sum er nærmast átøkt liðnum, sum flutti niður úr effodeildini í fjør.

 

Edvin slær fast, at talan er um eitt Skála-lið, sum er betri rustað til tær stóru uppgávurnar í effodeildini, enn liðið, sum var tvey ár yngri í 2014. Edvin heldur, at við fáum styrkum, so kann liðið veruliga standa seg væl í effodeildini komandi kappingarár.