Tað er løgið, at í Føroyum rinda elbilar og dieselbilar sama vektgjald.
Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.
Nú vil hann hava at vita frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um nakrar ætlanir eru um at lækka vektgjaldið á elbilum.
Hann vísir á, at Løgtingið hevur samtykt, at elbilar skulu sleppa undan at rinda virðisgjald.
- Hetta varð gjørt fyri at stuðla undir, at føroyingar skuldu kunna fáa sær ein elbil og tá var sjónarmiðið, at tað var eitt gott dømi um føroyska umhvørvispolitikkin.
Kári Højgaard heldur, at hettar var eitt gott átak, og onkrir elbilar eru komnir á føroysku vegirnar.
- Men tað er eitt sindur løgið, at lógin um vegtgjald, ella vegskatt, ikki varð broytt samstundis, heldur hann.
Han vísir á, at í́ øðrum londum hava tey eisini gjørt ymisk tiltøk fyri at stuðla undir, at fáa fólk kunnu brúka elbilar, eitt nú við at lækka vektgjaldið, ella heilt at taka tað burtur.
Men í Føroyum rinda allir bilar, sum ikki brúka bensin, sama vektgjald og tað merkir, at ein elbilur rindar sama vektgjald sum ein dieselbilur.